Bólkurin spælir nevniliga í OY í Havn í kvøld klokkan 21, og her verður talan er um eina konsert saman við frálíka og eyðkenda, Lyon Hansen.
- Konsertin er sett á skrá í samband við, at limirnir í Klingra eru savnaðir í Føroyum og arbeiða við nýggjum tilfari.
Sambært bólkinum sjálvum er nýggi tónleikurin meira popputtur og lívligur, og onkur av nýggju løgunum verða eisini at hoyra í kvøld.
Limirnir eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi.
- Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.
Fyrireikararnir av tiltakinum í Oy siga, at hesir tónleikaúrmælingar megna at skapa eitt egið rúm, har tey við nærlagni rannsaka hvønn krók, hagani tað seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi og elektroniskum tónleiki.
- Limirnir í Klingra gleða seg at spæla í Føroyum aftur og at sleppa at royna nýtt tilfar. Málið er framvegis – eisini við tí meira lívliga og popputa tilfarinum – at bjóða lurtaranum inn í ein listarligan heim, verður lagt aftrat.











