Nú er tað stuttligt at vera við aftur

Talv: Fyri fimm árum síðani hevði Heini Olsen ongan hug at vera við í FM kappingini, men nú er avbjóðingin nógv størri, og tað gera avbjóðingina nógv meiri áhugaverda

Páskaaftan vann Heini Olsen FM heitið fyri einstaklingar í talvi fyri fimtu ferð. Saman við John Rødgaard varð hann undan kappingarbyrjan mettur at vera størsti favoritturin til FM heitið, og sum kappingin leið var Heini Olsen so mikið sannførandi, at nógv longu eftir trý umfør bendi á, at hann fór at vinna. Hann vann á John Rødgaard og Flóvini Tór Næs, og hann telvaði javnt móti John Arna Nilssen. Hetta eru teir, sum á styrkislistanum liggja næstir FM vinnaranum, og tá teir so at siga vóru fingnir frá hondini í øllum góðum, so varð ikki roknað við, at hinir fóru at gera nakað við favorittin.

At endaliga avgerðin ikki fall fyrrenn í níggjunda og síðsta umfarinum leygardagin komst av, at Heini Olsen í áttanda umfarinum tapti ímóti yngsta luttakaranum í landsliðsbólkinum, Carl Eli N. Samuelsen. Men hetta skelkaði ikki roynda mannin, og leygarkvøldið fekk hann fyri fimtu ferð ? og fyri fyrstu ferð á heimavøllinum í Klaksvík ? handað FM steypið.


Aftur stuttligt

Tá vit hava ynskt Heina Olsen tillukku við meistaraheitinum, er fyrsti spurningurin, um tað, tá tú hevur vunnið FM fimm ferðir, ikki er vandi fyri, at tað kann gerast ein vani at vinna FM.

Og Heini Olsen skilur væl, hvat tað er, sum vit sipa til:

? Tað var nakað av hasum, sum eg kendi fyri einum fimm árum síðani. Ikki tað at eg sjálvur roknaði tað sum ein vana, men heldur tað, at tað varð roknað sum ein lítil katastrofa, um eg ikki vann. Tí var tað, at eg í nøkur ár ikki luttók í FM kappingini fyri einstaklingar.

? Tann støðan vísti eisini, at kappingin í sjálvum toppinum ikki var nóg stór. Í fjør luttók eg aftur í FM kappingini, og tá kendi eg umstøðurnar øðrvísi. Breiddin í toppinum var vorðin størri: Har tað vóru tveir, sum vóru fitt sterkari enn nakrir fáir, eru tað nú einir fýra, sum eru fremstir, men teir eru bara eitt lítið sindur frammanfyri einar 10-12, og tí eru so at siga møguleikar fyri óvæntaðum úrslitum í nógvum umførum. Soleiðis var tað í kappingini í ár. Tað er spennandi, og so leingi, sum henda kenslan er til staðar, so er tað stuttligt at taka lut í FM kappingini, sigur nýklækti FM vinnarin, sum harvið boðar frá, at tað ikki er óhugsandi, at hann eisini í framtíðini fer at vera við í kappingini.


Hugburðurin øðrvísi

Heini Olsen hevur altíð verið kendur fyri at vera íðin, miðvísur og nærlagdur. Hann hevur luttikið í nógvum kappingum aðra staðni, og fleiri ferðir hevur hann staðið seg væl.

Droymir tú um at koma longri fram á talvleiðini?

? Eg havi ein øðrvísi hugburð til telvingina nú, enn eg kanska hevði fyri nøkrum árum síðani. Sjálvandi er málið at gerast betri, men tað er ikki ein spurningur um lív ella deyð. Tað er spennandi og mennandi at telva, og tað at neistin er til staðar ger tað hugaligt, men eg havi ongar hugsanir um burturav at liva av at telva.

Hví ikki?

? Viðurskiftini í altjóða telving eru nógv broytt, og tað hevur verið til tað verra fyri telvararnar. Í dag eru tað nógv færri, sum kunnu liva av at telva, enn tað vóru fyri t.d. einum fimtan árum síðani. Íslendingar eru eitt gott dømi um hetta. Tað er ikki so langt síðani, at teir høvdu níggju stórmeistarar, sum livdu av at telva. Seks teirra eru givnir, stutt sagt tí tað ber ikki til at liva av hesum.

Og so vísir Heini Olsen á, hvussu altjóða politikkurin eisini ávirkar telvingina:

? Vit kunnu siga, at tað hevur við útboð og eftirspurning av gera. Eftir at jarntjaldið fall, hevur útboðið á telvarum verið so stórt, at tað teir kalla startpengar og eisini virðislønir eru minkaði heilt nógv. Telvarar úr fyrrverandi Sovjetsamveldinum ? og har eru teir flestu av teimum bestu ? vilja telva fyri bara ein brotpart av tí, sum frammanundan var vanligt, og harvið er fíggjarliga grundarlagið hjá nógvum úr vesturheiminum burtur.


Ikki so stórur munur

Heini Olsen, sum er 29 ára gamal, býr í Keypmannahavn, har hann lesur støddfrøði. Hann heldur til í føroyska talvumhvørvinum í høvuðsstaðnum, men í talvhøpi hevur hann ferðast eitt sindur. Eitt skifti umboðaði hann Nykøbing Falster í fremstu deildini, og nú umboðar hann eitt felag í Aarhus, sum eisini er í bestu deildini.

? Jú, soleiðis er tað. John Arni Nilssen og eg búgva báðir í Keypmannahavn, og vit telva báðir í 1. deild fyri sama felag í Aarhus. Tað er ikki óvanligt, at feløgini leita sær styrk aðra staðni, men vit hava so at siga einki við felagið at gera. Vit møta upp sunnudag ? tað eru bara átta feløg í bestu deildini og tað vil siga, at tað verður bara telvað í sjey umførum ? og tá vit hava telvað, fara vit til hús aftur.

Heini og John Arni hava báðir vunnið fleiri ferðir á donskum meistarum. At bestu telvararnir í Danmark hava hægri styrkistal enn teir bestu í Føroyum kemst av, at teir eru meiri støðugir.


Aldurin lækkar

Tá vit spyrja FM vinnaran, um hann framvegis roknar seg at vera í besta aldri at telva, so er svarið ja:

? Tað plagar at verða sagt, at í miðal er 27-42 ár besti talvaldur, men so skal leggjast afturat, at tað verður roknað við, at miðalaldurin á teimum bestu lækkar støðugt.

Heini Olsen vísir í hesum sambandinum eisini á, at tað er so ymiskt, hvussu talvkappingarnar eru lagdar til rættis og harvið hvussu krevjandi tær eru:

? FM kappingin fyri einstaklingar er rættuliga krevjandi, tí tað verður telvað í níggju dagar út í eitt, altso uttan nakran hvíldardag. Sum tit hava nevnt undir kappingini, so eru teir aðra staðni gingnir frá at niðurleggja talv, men soleiðis var tað ikki í hesari kappingini, og eisini at hava hangandi talv at hugsa um ger tað uppaftur meiri stríggið. Men eg gangi út frá, at hetta verður broytt til eitt annað ár.

Men hvussu við talvunum, har tað verður tikið remis mest sum beinanvegin?

? Har eru ongar altjóða reglar, sum avmarka tí møguleikanum.

Vit ynskja Heina Olsen tillukku við FM heitinum, og so kunnu vit leggja afturat, at hevði regulin um ikki at niðurleggja talv verið galdani í fjør, so kundi tað væl verið, at tað ikki hevði verið neyðugt við umdysti millum Heina og John Rødgaard. Heini, sum var eitt hálvt stig undan hinum, stríddist nógvar tímar við eitt talv, sum hevði verið niðurlagt, men hann fekk ikki meiri enn javnt burturúr tí. So tapti hann móti John Rødgaard í síðsta umfarinum, og so var neyðugt við umdysti.