Lakjuni og Símuni Eliasen, og tað gav úrslit í dystinum, sum fuglfirðingar vunnu 4-2. Í 1996 var NSÍ ikki umboða í 1. deild, og tað var ÍF heldur ikki í 1995. Í 1994 vann NSÍ 3-1, men árið fyri tað spældi [...] álvara farin at halla, og hetta vikuskiftið verður fjórðseinasta umfar í 1. deild hjá monnum spælt. Tveir dystir verða í Eysturoynni, tveir í Suðuroynni og ein í Havn. Longu í dag spæla TB og B36 á Sevmýri [...] 1995 vunnu tvørámenn 3-2, og í 1994 og 1993 var úrslitið tað sama: 2-0 til B36. HB kann fáa FM longu í morgin HB er sera nær við at ogna sær sítt fyrsta FM-heiti síðani 1990, og teoretiskt kunnu teir longu
hálvleiki, tá tað var hugaligt at fylgja spælinum, sum fleyt í vøkrum mynstrum, og spælararnir høvdu nóg mikið av sjálvsáliti og førleika til at bjóða seg til, flyta seg fyri hvørjum øðrum og harvið hava fleiri [...] føroyingar vóru í álopinum, og tað var heilt týðuligt, at hetta var ikki nakað, sum norðmenninir høvdu roknað við. Hetta órógvaði teir alla tíðina, og teir fingu ikki tað yvirtakið og tann friðin í vongspælið [...] avrikið at vera tað besta hesi fimm árini, eg havi havt ábyrgdina. Vit valdu at flyta fólkið fram á vøllin fyri at binda vongspælararnar hjá teimum longri afturi. Teir væntaðu ivaleyst, at vit fóru at spæla
dyggiliga, at føroyingarnir eru nógv mentir tey seinnu árini: ? Tað er ikki at sammeta. Vit hava áður vunnið 11-0 móti teimum, so framgongdin er bæði sjónlig í tølum og í dygdunum á vøllinum. Tað var djarvt [...] djarvt av teimum, at teir í dag spældu við trimum á toppinum, og tað komu teir væl frá, men eg haldi, at mínir spælarar áttu at sekta djørvu royndina meiri, enn teir gjørdu. Í norskum sjónvarpi Áhugin fyri [...] fjør var liðið í EM endaspælinum, men tað var fyrsta ferðin í nítiárunum. Í áttatiárunum vóru teir við fleiri ferðir, og venjarin vónar, at teir fara at vinna bólkin, og harvið kvalifisera seg til EM endaspælið
vit vaksnu at síggja og so finna út av, hvørjum tey koma av. Vaksin hava lyndi til at verja børn sum best og tí hava vit ilt við at tosa við tey um tað sum fer at henda. Men vit skulu vita, at børnini merkja [...] okkum og verið um okkum. Alt doyr rundan um teg og tú undrast yvir, at lívið gongur víðari. Vit skulu vita, at tá ið vaksin og børn syrgja, hava tey tað so ringt, at tey kunnu ikki fáa tað verri. Tað kann [...] er tað vorðið rættiliga vanligt, at foreldur fara frá hvørjum øðrum og tað syrgja børn yvir. Smábørn duga ikki at seta orð á sorgina og tí hava vit sum vaksin eina ótrúliga stóra ábyrgd at royna at seta
vit spurt fleiri ferðir, um tað bar til at hava konsertina. Við hvørt segði Peter Turtschaninoff, stjóri, at tað mundi fara at bera til, men helst hevur hann verið gloymskur, og ikki boðað starvsfólkunum [...] Afturvendandi og sera væl umtóktu konsertinar hjá Føroya Symfoniorkestri, hava vanliga verið hildnar í Norðurlandahúsinum. Hesar konsertir, sum tað ikki stendur á at fáa eini 400 fólk at fara til, verða nú á øðrum [...] tí annað tiltak er sett at vera í Norðurlandahúsinum ístaðin. Á skránni í Norðurlandahúsinum, sama dag og tíð, er upplestur og cellotónleikur, har ein norskur sjónleikari og ein finskur cellospælari framføra
sum skal verða formaður og tveimum loftmiðlakønum, harav annar skal hava tekniskt innlit, og tað er júst tað sum er hent. Landsstýrið hevur sett Turið Debes Hentze, advokat, sum formann og afturat sær [...] gini um kringvarp skal seta, at viðgerða og taka avgerðir um sendiloyvi er sett. Í nevndina eru vald Turið Debes Hentze, advokatur, Birgir Kruse, lærari og útvarpsmaður og Jens Julian Reinert, sum starvast [...] Birgir Kruse, sum er lærari og útvarpsmaður og Jens Julian Reinert, sum dagliga starvast á Føroya Tele. Varalimirnir hjá hesum trimum eru Fríða Patursson, Turið Kjølbro og Kári Planck. Hóast nevndin er
men altíð eigur at verða sett í hásæti tá talan er um oljuvinnu. Ansið eftir pengunum Síðan hevur tað nógv at siga, at tað eru góð viðurskiftið millum oljufeløg og samfelagið, at tað verður ein »win to [...] er eingin ivi um at tað kann koma Føroyum og føroyskari oljuvinnu til góða, eisini at hyggja eftir hvussu farið er fram longur burturi. Tað hevur heldur ikki so lítið at siga, at netupp samanberingin við [...] Alaska, kann verða av alstórum týdningi, tí Alaska er eitt viðkvæmt land bæði hvat umhvørvi og eisini fólkatalið og mentan. Í niðurstøðuni kann lesast, at trygt og reint umhvørvi ongantíð eigur at undirmetast
fegnast saman við tykkum, at tað gongur væl. Tað var ætlanin við juni-avtaluni, at Føroyar skuldu virka sum sjálvberandi samfelag. Tað merkir, at tit í góðumtíðum mugu seta til viks, at standa ímóti við í vánaligum [...] Nyrup Rasmussen segði m.a., at arbeitt var við málinum í Danmark, og at hann vildi loysa málið. Tað er ikki av illvilja, at einginm tyrla er tøk í vetur. Orsøkin er stutt sagt, at helmingurin av flogskiparunum [...] Tað er ilt at siga, men Nyrup Rasmussen sigur, at nú bankamálið er loyst, fara vit undir eina nýggja byrjan. Eg kann bert siga, at hýrurin hevur verið góður. Harnæst vil eg eisini siga, at tað er
skyldu og so kann hann krevja sín rætt. Eitt javnaðarumboð er eitt javnaðarumboð og eigur at samstarva við onnur javnaðarumboð. Tað er júst aðalmunurin millum Javnaðarflokkin og aðrar flokkar, at Javna [...] skulu vera, at tey skulu heita á Jóannes Eidesgaard um at fáa hetta samstarv í rættlag aftur. Bankamálið og ósemjurnar í kjalavørrinum á kreppuni eru nú farnar afturum - og vit eiga tí at líta frameftir [...] politiskt og búskaparliga. Tá kunnu vit tosa um frælsi. Hitt, bara at proklamera okkum »fræls« - uttan at vit eru búskaparliga fræls - tað ber meira dám av nationalistkum harradreymum. Fyrr var tað »loysing«
formalisera hesa ábyrgd. Og tað gera vit sjálvsagt best við at lyfta høvdið upp frá koddanum og skipa samfelagið soleiðis, at vit verða før fyri at liva sambært hesi ábyrgd og væl tað. Minnist bert til orðini [...] loyvi mær at endurgeva brot burtur úr nevnda leiðara í Dimmalætting. Í fimta linjubroti stendur soleiðis: »Hesa ferð ber ikki longur til at venda sær til stjórnina og biðja um hjálp, tá tað fer at ganga niður [...] fyri at gera greitt, hvussu nógv hon meinti hetta í álvara, syrgdi hon fyri, at alt tað innan almannaverkið, sum ikki longu var koyrt undir blokkin, kom inn undir hann. Hetta fyri at fyribyrgja, at ein føroyskur