Norski U-16 landsliðsvenjarin eitur Morten Larsen. Hann hevur nógvar royndir, tá tað snýr seg um menning av ungum fótbóltsspælarum. Norska fótbóltssambandið hevur tey síðstu mongu árini gjørt nógv við at stimbra uppundir menningina av ungu spælarunum. Til at taka sær av ungdómslandsliðunum hevur norska fótbóltssambandið fimm menn í føstum starvi, og Morten Larsen er ein teirra. Kring landið hava teir nítjan menn, sum fáast við somu uppgávuna í økjunum.
? Kanska undirmettu vit føroyingarnar í dag, og vit spardu onkrar spælarar til avgerandi dystin, sum verður móti Finnlandi leygardagin. Ein var sjúkur í dag, og tveir høvdu gult kort frá dystinum móti Wales, so vit vildu ikki vága, at teir skuldu vera leikbannaðir, tá vit skulu spæla móti Finnlandi.
Men tá norski venjarin hevði sagt hetta, so undirstrikaði hann dyggiliga, at føroyingarnir eru nógv mentir tey seinnu árini:
? Tað er ikki at sammeta. Vit hava áður vunnið 11-0 móti teimum, so framgongdin er bæði sjónlig í tølum og í dygdunum á vøllinum. Tað var djarvt av teimum, at teir í dag spældu við trimum á toppinum, og tað komu teir væl frá, men eg haldi, at mínir spælarar áttu at sekta djørvu royndina meiri, enn teir gjørdu.
Í norskum sjónvarpi
Áhugin fyri U-16 landsliðnum er stórur í Noregi. Í fjør var liðið í EM endaspælinum, men tað var fyrsta ferðin í nítiárunum. Í áttatiárunum vóru teir við fleiri ferðir, og venjarin vónar, at teir fara at vinna bólkin, og harvið kvalifisera seg til EM endaspælið, sum verður í Kekkia um mánaðarskifti mai/juni komandi ár.
At áhugin er stórur fyri finaluni móti Finnlandi, sum verður í dag klokkan 14, sæst m.a. aftur í, at norska sjónvarpið, NRK, hevur sent upptøkufólk og tíðindamann til Føroya at fylgja við, umframt at tey skulu gera okkurt annað innslagið úr Føroyum.
Hvussu roknar tú við, at tað fer at ganga móti Finnlandi?
? Teir hava ein góðan árgang. Í NM kappingini í Íslandi spældu vit 2-2 móti teimum í finaluni, og so vunnu teir brotssparkskappingina. So talan verður ivaleyst um eina javna og tætta uppgerð.