Í veruleikanum hava vit sjálvi ábyrgdina

Tí kunnu vit eins væl formalisera hana, sigur Finnur Helmsdal m. a. í viðmerking til Edmund Joensen og oddagreinskrivararnar í Dimmalætting

Eftir at úrslitið av seinastu kanningini, av hvørja støðu Føroya fólk hevur í fullveldismálinum, er vorið kunngjørt, er sambandsflokkurin bert farin enn meira í verjustøðu. Fyrst var tað fyrrverandi løgmaður, Edmund Joensen, sum hóast hann fekk talutíð í fimm minuttir í kvøldsending Útvarpsins, bert kundi koma við ræðumyndum um vantandi vælferð, tá fullveldi verður veruleiki. Og í hósdagsblaðnum snýr leiðarin hjá Dimmu seg um, at vælferðarsamfelagið fer at detta sundur, tá Føroya fólk skulu royna seg sum fræls tjóð.

Ikki eitt orð um, hvørjir møguleikar liggja fyri framman hjá fullveldinum Føroyum. Ikki eitt orð um nakað sum helst alternativ. Eg loyvi mær at endurgeva brot burtur úr nevnda leiðara í Dimmalætting. Í fimta linjubroti stendur soleiðis:

»Hesa ferð ber ikki longur til at venda sær til stjórnina og biðja um hjálp, tá tað fer at ganga niður á bakka búskaparliga«. Citat endað.

Hví orðingin »hesa ferð« verður nýtt veit eg ikki, men her verður helst sipað til, at tá fullveldið er stovssett, so kunnu føroyingar ikki »longur« venda sær til donsku stjórnina, um vit fara út av búskaparliga. Men eg havi hug at spyrja, um Edmund Joensen og leiðaraskrivarin á Dimmalætting hava gloymt, hvussu tað gekst føroyska landsstýrinum, tá teir í 1993 vendu sær til stjórnina orsakað av teimum trupulleikunum, sum vit vóru havnaðir í. Hvat segði danska stjórnin tá, Edmund Joensen og onnur sambandsfólk?

Statsministarin og Lykketoft vildu veita lán í samband við bankastøðuna, og vit kenna nú hvat lá aftan fyri hetta stóra hjálpsemi teirra.

Ráðharrin í almannamálum, Karen Jespersen, segði stutt og greitt, at hagani fingu føroyingar ikki eitt oyra til at bøta um óhepnu støðuna, flestu fólk í Føroyum vóru komin í. Karen Jespersen segði orðarætt: »Den danske regering skal ikke betale for færingernes velfærd, det skal færingerne selv gøre«. Og fyri at gera greitt, hvussu nógv hon meinti hetta í álvara, syrgdi hon fyri, at alt tað innan almannaverkið, sum ikki longu var koyrt undir blokkin, kom inn undir hann. Hetta fyri at fyribyrgja, at ein føroyskur húsagangur ikki skuldi kunna økja refusiónsupphæddina munandi.

So fitt var danska stjórnin, tá føroyingurin veruliga hevði tørv á hjálp. Vit vita eisini, hvat danskir politikarar, embætismenn og vinnulívsfólk gjørdu ístaðin móti okkum, og hvat teir kundu hugsað sær at gjørt. Onkur, sum stendur Sambandsflokkinum meira enn nær hevur viðgingið, at danir í veruleikanum høvdu púra klárar ætlanir um at fara avstað við øllum, sum kundi farast avstað við. Skipum og øðrum vinnuligum virksemi. Og at tað var stovnanin av ópopulera Framtaksgrunninum, sum forði fyri hesi neyðtøku.

Nei, Edmund Joensen, blaðstjórar á Dimmalætting og onnur, kreppan, sum byrjaði um seinasta tíggjuáraskiftið, er eitt gott dømi um, hvør í veruleikanum hevur endaligu ábyrgdina - tað hava vit sjálvi. Og vit kunnu eins væl formalisera hesa ábyrgd. Og tað gera vit sjálvsagt best við at lyfta høvdið upp frá koddanum og skipa samfelagið soleiðis, at vit verða før fyri at liva sambært hesi ábyrgd og væl tað. Minnist bert til orðini hjá danska almannaráðharranum 1993.


Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður