Seinnapartin slapp Áki D. Samuelsen á fyrsta at royna seg í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.
Verandi meistararnir, Mjällby við Áka í hópinum ferðaðist til Stokkhólms fyri at spæla dyst móti gamla arbeiðarafelagnum í svenska høvuðsstaðnum, Hammarby.
Hammarby vann greiðan 3-0 sigur. Paulos Abraham skoraði reint hattrick upp á seks minuttir. Hann skoraði tvær ferðir beint undan steðginum, og eina ferð beint aftaná steðgin.
Tá Áki kom á vøllin beint eftir steðgin var støðan 2-0 til heimaliðið. Fyri sítt avrik fær Áki karakterin 6,6 frá Soccerstand/Flashscore og somuleiðis 6,6 (av 10 møguligum) frá Sofascore.
Komandi leygardag klokkan 14 tekur Mjällby móti uppflytarunum, Örgryte á Strandvallen leikvøllinum í Hällevik.










