Vit skulu ikki finna meiningina í tí meiningsleysa

- Tá ið børn koma út fyri eini stórari sorg, eiga starvsfólk á dagstovnum at tora at taka stigið at tosa við børn um sorgina og tað tey føla. Vit svíkja tey við ikki at tosa um tað, sum nívir tey. Tey forða okkum ikki, tað eru vit sjálv sum forða okkum. Vit eiga ikki at spyrja okkum sjálv, um vit tora, men heldur um vit kunnu lata vera, sigur Carita Björklund, formaður í Føroya Pedagogfelag.

Hvørt ár missa nógv føroysk børn mammu ella babba av sjúku, vanlukku ella hjúnarskilnað. Hvussu kunnu hesi børnini hjálpast, skulu tey vaksnu tosa við børnini um deyðan og um tað at syrgja, sum ein natúrligan part av lívinum.

Hetta var høvuðsevnið á skeiðnum, sum pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum í Føroyum tóku lut í í farnu viku. Per Bøge og Jes Dige, sum starvast hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark sum ávikavist pedagogiskur konsulentur og ráðgevi hjá børnum í kreppu og sorg hildu skeiðið. Skeiðið var eitt framhald av ráðstevnuni um krabbamein, børn og sorg, sum Føroya Felag Móti Krabbameini skipaði fyri.

Carita Björklund, sum er formaður í Føroya Pedagogfelag, hevur arbeitt við børnum í sløk tjúgu ár og er mangan komin út fyri sum starvsfólk á stovni at uppliva eitt barn í sorg. Men kunnleikan til hesi viðurskifti, børn í sorg, hevur hon eisini heimanifrá. Hon er fráskild, eigur trý børn og veit, hvussu børn uppliva ta broytingina, ið kemur í, tá ið foreldur fara frá hvørjum øðrum. Fyri akkurát einum ári síðani misti hon sonin, Jan, í eini ferðsluvanlukku og sorgin av at missa eitt barn er tí partur av lívinum hjá henni og familjuni.


Tíð og umsorgan

Starvsfólk í barnagørðum sleppa ikki undan at uppliva børn, sum á ein ella annan hátt syrgja. Antin tí eitt foreldur doyr ella av at foreldrini fara frá hvørjum. Børn kunnu eisini syrgja yvir, at onkur næstringur er sjúkur ella av at tað skal flyta úr barnsdómsheiminum.

- Tíbetur er tað ikki so vanligt, at børn missa eitt foreldur. Hinvegin er tað vorðið rættiliga vanligt, at foreldur fara frá hvørjum øðrum og tað syrgja børn yvir. Smábørn duga ikki at seta orð á sorgina og tí hava vit sum vaksin eina ótrúliga stóra ábyrgd at royna at seta orð á tað sum børn føla. Tað krevur, at vit vaksnu tora at tosa við barnið um sorgina og samstundis, at vit eru saman við tí. Sjálvandi skal tann vaksni eisini hava fyrilit fyri, hvussu nógv barnið tolir at taka ímóti, sigur Carita Björklund.

- Eingin sorg er líka, hon er ógvuliga individuell. Men øll børn reagera onkusvegna. Tað eru ongar reglar, sum siga, hvussu vaksin skulu bera seg at. Tú skalt bara taka tær tíð og tora at tosa um sorgina. Tað er ikki ein spurningur um at vera serfrøðingur, men at vera eitt menniskja. Tað krevur bara, at tú leggur oyrað til og lurtar eftir, hvat barnið í veruleikanum sigur, hvat í grundini liggur aftan fyri tí, tað sigur. Og umsorgan er tað týdningarmesta.

- Ver saman við barninum. Tu skalt ikki loysa trupulleikarnar hjá barninum, tí tað ber í grundini ikki til. Ofta hava vit lyndi til at forklára alt yvir fyri børnum. Men vit skulu ikki geva tí meiningsleysa meining. Tað er ótrúliga meiningsleyst hjá einum barni at missa eitt foreldur og at foreldrini fara frá hvørjum øðrum.


Tekin

Hóast børn ikki duga at seta orð á sorgina og kenslurnar tey hava í samband við ein miss, geva tey tekin frá sær, sum víkja frá tí tey vanliga úttrykkja. Eitt fimm ára gamalt barn fer kanska at pissa í buksurnar, tí tað kennir seg ótrygt. Onnur finna uppá at leggja seg at sova í nógvum larmi og eru yvirhøvur ógvuliga móð. Og upp aftur onnur gerast ógvuliga friðalig.

- Øll hesini tekini eiga vit vaksnu at síggja og so finna út av, hvørjum tey koma av. Vaksin hava lyndi til at verja børn sum best og tí hava vit ilt við at tosa við tey um tað sum fer at henda. Men vit skulu vita, at børnini merkja, at eitthvørt er á vási. Og tað nógv meiri enn vit halda. Tí eiga foreldur at greiða børnum frá í góðari tíð, um tey fara frá hvørjum øðrum og hvørjar broytingar í lívinum tað fer at føra við sær, sigur Carita Björklund.

Og Carita tosar út frá royndum. Tá ið hon og maðurin gjørdu av at fara frá hvørjum øðrum fyri nógvum árum síðani bíðaðu tey sum longst at siga børnunum frá. Men tað vísti seg, at børnini væl vistu, hvat var á veg og tey høvdu gjørt sær nógvar tankar um, hvussu so fór at vera.

- Tað yngsta barnið hjá okkum spurdi, um tey systkini skuldu á barnaheim at búgva. Tá angraði eg, at eg ikki hevði sagt teimum frá nógv fyrr, hvat fór at henda.


Foreldur tigandi

Ein góð hjálp hjá børnum í sorg er, um foreldur greiða starvsfólkunum á stovnunum frá, um tey fara frá hvørjum øðrum ella um aðrar týðandi broytingar koma í lívið hjá barninum.

- Tað hendir alt ov sjáldan. Vit hava børnini allan dagin og tí eiga vit at vita, hvat hendir í lívinum hjá børnum. Tað er givið, at foreldur hava ikki orku til at taka sær líka væl av barninum sum annars, tá ið tey sjálv eru í kreppu. Og tí eiga tey at heita á starvsfólkini á stovninum, soleiðis at tey kunnu vera við sum ein hjálp.

- Børn kunnu broytast grundleggjandi fyri eina tíð av sorg, til gerandisdagurin er komin í eina fastu legu aftur. Vaksin hava lyndi til at halda, at børn syrgja so stutt, men tað trúgvi eg í grundini ikki. Sorgin vitjar alla tíðina aftur og tí hava børn eisini sum frá líður tørv á at tosa um hana. Tey seta kanska spurningar, hví doyði babba, ella hví fóru míni foreldur frá hvørjum øðrum. Og hesir spurningarnir eru alla tíðina har. Sum skeiðhaldararnir søgdu taka børn fríkorter frá sorgini av og á, sigur Carita Björklund.

Pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum eru sum heild ikki nóg væl fyri, tá ið tað ræður um at tora at taka stigið at tosa við barnið um sorgina, tað upplivir.

- Sum starvsfólk á dagstovni sleppur tú ikki undan at uppliva børn sum syrgja av eini ella aðrari orsøk. Hinvegin verður tað ongantíð rutina. Tú skalt tora hvørja ferð at taka stigið. Børn eru ógvuliga opin at tosa um, hvat tey føla. Men vit starvsfólk bremsa teimum ofta. Lurtar tú eftir børnum, lærir tú nógv. Í grundini svíkja vit børnini við ikki at tosa við tey um tað sum nívir tey, tey forða okkum ikki, tað eru vit sjálv sum forða okkum. Vit eiga ikki at spyrja okkum sjálv um vit tora, men heldur hugsa: hvussu kunnu vit lata vera.

Føroya Pedagogfelag ætlar at fylgja skeiðnum um børn og sorg upp. Tey sum tóku lut á skeiðnum fingu nógv gott tilfar, sum kann verða ein hjálp til, at tey betri duga og tora at tosa við børn um sorg. Eisini ber til at fylgja upp við skeiðvirksemi.


Kreppuhjálp

Í løtuni arbeiðir Reyði Krossur í Føroyum við at skipa eina kreppuhjálp, tað vil siga, at fólk, sum onkusvegna koma í eina kreppu kunnu fáa hjálp her og nú. Sum er eru eingi tilboð og tað hevur Carita upplivað persónliga, at koma út fyri eini stórari og svárari sorg og ikki fáa nakra hjálp.

- Tá ið eg misti sonin royndi eg at leita eftir hjálp, eftir onkrum sum kundi taka sær av mær og okkum. Eg hevði ikki orku til at taka mær av mínum livandi børnum. Hevði onkur bara kunnað sagt mær, hvat hendir við mær sum menniskja, tá ið eg komi í eina slíka støðu, hevði tað hjálpt.

- Eg leitaði ikki eftir eini meining, tí í míni verð er tað meiningsleyst, at hann skuldi doyggja. Seinni havi eg sagt mær sjálvum, at kanska var tað ikki meiningin, at hansara lív skuldi verða longri. Tað er ein uggi at siga tað, ein lítil hjálp, men í grundini meini eg tað ikki innast inni.

- Akkurát sum hjá smábørnum, tá ið tey knappliga koma út fyri eini stórari sorg, so upplivdi eg eitt kaos. Tí alt sum var, var ikki longur. Hví kundi onkur ta náttina, vit mistu sonin, ikki verið hjá okkum, sitið hjá okkum og verið um okkum. Alt doyr rundan um teg og tú undrast yvir, at lívið gongur víðari. Vit skulu vita, at tá ið vaksin og børn syrgja, hava tey tað so ringt, at tey kunnu ikki fáa tað verri. Tað kann bara ganga tann rætta vegin, sigur Carita Björklund.