Seinnapartin í dag klokkan 16 skulu føroysku U-16 dreingirnir fyri triðju og seinastu ferð í hesi vikuni royna seg í EM undankappingini í Gundadali.
Tær báðu fyrstu ferðirnar taptu føroyingarnir, men hósdagin var avrikið stórar partar av tíðini so mikið gott, at munurin millum norsku favorittarnar og Føroyar var millum lítil og eingin.
Hetta gjørdi seg galdandi bæði fyrstu tíggju minuttirnar, tá stríðið stóð um miðvøllin, og okkara tiltuskaðu sær okkurt hornasparkið, og í 2. hálvleiki, tá tað var hugaligt at fylgja spælinum, sum fleyt í vøkrum mynstrum, og spælararnir høvdu nóg mikið av sjálvsáliti og førleika til at bjóða seg til, flyta seg fyri hvørjum øðrum og harvið hava fleiri spælmøguleikar.
Men Føroyar taptu enn eina ferð, og hóast skotroyndirnar ímóti norska málinum vóru fleiri, so sást aftur hesa ferð, at ofta restar tað allar síðsta, áðrenn føroysku dreingirnir megna at spæla seg leysar fyri málinum.
Spældu djarvt
Í staðin fyri at grava seg niður og liggja aftarlaga á vøllinum, soleiðis sum teir gjørdu leingi, tá teir spældu móti Finnlandi, so hevði Jógvan Martin Olsen, U-16 landsliðsvenjarin, valt í útgangsstøðuni at vera meiri framrættaður.
Tríggir føroyingar vóru í álopinum, og tað var heilt týðuligt, at hetta var ikki nakað, sum norðmenninir høvdu roknað við. Hetta órógvaði teir alla tíðina, og teir fingu ikki tað yvirtakið og tann friðin í vongspælið, sum teir ivaleyst høvdu roknað við.
Seinnapartin av 1. hálvleiki megnaði føroyski miðvøllurin ikki so væl at fylgja við, men annars stóðu Niels Joensen, Brynjolvur Nielsen og liðformaðurin, Bárður Johannesen, sum var fluttur úr verjuni og fram á miðvøllin, seg væl. Teitur Ellingsgaard var fluttur av aftasta manni og á vinstra vongverja, og tað gav størri tyngd í, samstundis sum aftasta ódnin varð væl røkt. Jack Johansen er ikki so skjótur, men hann dugir sera væl at lesa spælið.
Kloddamál
Sjúkan hjá føroyskum unglingalandsliðum er, at tað fara ov nógv løtt mál ígjøgnum. Hetta sóu vit móti Finnlandi, og móti Noregi var tað eyka harmuligt, tí norðmenn høvdu heilt fáar upplagdar møguleikar, burtursæð frá teimum, sum kostaðu mál.
Tá hol kom á, høvdu føroyingarnir í fyrstu atløgu fingið tak á, bólturin varð stútaður upp í loft, og tríggir hvítklæddir vóru rundanum, tá bólturin dalaði niður úr luftini, og norðmaðurin slapp at heilflukta flatt úr 17 metrum.
Næsta málið kom eftir kiksaðan tvørbólt, norski álopsmaðurin fór sjálvur og sneiddi Karstin Joensen av, áðrenn hann trillaði um strikuna.
Triðja málið kom eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Ole Talberg, og fjórða málið komst av skeivari uppbakking eftir langt útspark.
Mál og møguleikar
Í 2. hálvleiki legði føroyska verjan seg frammarlaga og brúkti nógv rangstøðufelluna, og tað eydnaðist væl.
Atli Gregersen, sum var sterkur á einsamalla forstopparanum, stútaði heilt stutt undan 0-1 málinum hornasparksinnlegg úr vinstru framvið málinum, og tá tað stóð 0-1, stútaði Jón Rói Jacobsen frísparksinnlegg úr høgru frá Brynjolvi Nielsen framvið.
Føroyingar skoraðu fyrsta málið í kappingini uppá brotsspark. Jón Rói Jacobsen, sum var miðframherji, varð feldur í brotsteiginum, og Brynjolvur Nielsen sendi úr ellivu metrum málverjan annan vegin og bóltin í hitt síðunetið. Ikki serliga stóra og friðarliga áskoðarafjøldin unti dreingjunum málið, og tað hevði ikki verið burturvið, um tapið hevði verið eitt ella tvey mál minni, men tað kostar altso at gera mistøk.
Eitt tað besta
Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við avrikið aftaná:
? Saman við 1. hálvleikinum móti Onglandi, tá vit fyrst í august spældu í opnu NM kappingini í Íslandi, rokni eg hetta avrikið at vera tað besta hesi fimm árini, eg havi havt ábyrgdina. Vit valdu at flyta fólkið fram á vøllin fyri at binda vongspælararnar hjá teimum longri afturi. Teir væntaðu ivaleyst, at vit fóru at spæla við einum manni frammi, og so skuldu teirra vongspælarar vera við til at mynda álopini, men tað kundu teir ikki. Vit iðra okkum um málini, sum fóru ígjøgnum, men dreingirnir skulu hava rós fyri avrikið, og tað var hugaligt at síggja, at teir alla tíðina megnaðu at fylgja mótstøðumonnunum, segði venjarin.
Tað hevur annars mest sum hvørja ferð verið soleiðis, at føroyingarnir hava ikki havt nóg nógva luft til seinnapartin av seinna umfarinum.