Kommunukassin bjargar Bústøðum - skattaborgarin í Tórshavnar kommunu verður taparin

Hví taki eg ikki undir við uppskotinum um bústaðarfelag

Tórshavnar býráð arbeiðir í løtuni við at stovna eitt bústaðarfelag saman við Bústøðum, við 44 størri og smærri íbúðum.

 

Í byrjanini helt eg, at hetta hugskotið ella samstarvsprosjektið ljóðaði áhugavert, men tá eg nú havi sett meg inn í smálutirnar í málinum, er fatanin vorðin ein heilt onnur av prosjektinum, og tí mæli eg frá at samtykkja hetta málið.

 

Mínar grundgevingar fyri ikki at taka undir við málinum eru m.a. hesar:

 

  • Bústaðir vil hetta samstarv, tí hesin almenni stovnurin er komin upp í rasshaft av prosjektinum, hava rent seg fastar við trupulleikum
  • Inntøkumetingarnar eru órealistiskar ella ov høgt settar, serliga tí, at leiguprísirnir eru ov høgt settir og tað minkar um eftirspurningin
  • Handilsligi og fíggjarligi váðin er stórur í hesum prosjektinum, men við at involvera kommuna minkar hesin váðin munandi isolerað sæð - váðin verður ístaðin fluttur yvir á skattaborgaran í Tórshavnar kommunu og váðin bara veksur við hesum modellinum (other people´s money)
  • Bústaðarfelagið tekur eitt lán upp á 81 mió. kr., sum kommunan ábyrgast fyri við einari helvt, t.e. 40,5 mió. kr.
  • Solvensurin hjá Bústaðarfelagnum liggur um 40%, men tað er bara tí, at m.a. kommunan sprænir 20 mió. kr. í stovnsfæi og kapitali í felagið, sum er við til at minka um lántøkuna. Men solvensurin kann skjótt broytast munandi til tað verra um virðið á aktivunum minkar o.a.

 

Samanumtikið tekur Tórshavnar kommuna lut í Bústaðarfelagnum við heili 60,5 mió. kr., sum stovnsfæ 2 mió.kr., kapitalur/ fígging 18 mió. kr. og ábyrgd fyri láni (40,5 mió. kr.).

 

Við hesum fær, hvør íbúð ein stuðul úr kommunukassanum uppá kr. 455.000 kr. (20 mió. kr./ 44 íbúðir), og har hoppar ketan av, tí tað er eingin trygd fyri, at borgarar í Tórshavnar kommunu fáa framihjárætt, nei ein og hvør kann leiga, sum ikki býr í kommununi. Tv.s., at tey, sum royna at spara upp til at byggja ella finna sær ein bústað, skulu fyrst rinda fyri onnur, sum ikki búgva í kommununi, við at kommunan gevur hvørjari íbúð við Dalavegin ein trivaligan stuðul av hart vunnum skattakrónum hjá arbeiðarafjøldini í kommununi.

 

Bústaðir kann anda lætt upp, tí prosjektið við Dalavegin kostar brutto einar 170 mió.kr., íroknað mvg, og ongin avtakari var til at stovna lutaíbúðir. Enn eitt byggiprojekt, sum ikki hongur saman fíggjarliga og sum ikki er rættað móti teimum málbólkunum á marknaðinum, sum bara hava ráð til at gjalda eina lága íbúðarleigu.

 

Málbólkurin er, eftir leiguprísunum at døma, tey vælbjargaðu ella tey, sum hava eina miðalinntøku og hægri enn tað. Hesi hava ikki tørv á almennum stuðli frá kommununi.

 

Býráðsmeirilutin, og harvið eisini skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu, er nú komin Bústøðum til hjálpar, við at átaka sær og ábyrgdast fyri helvtini av upprunaskuldini, uml. 65 mió.kr., við at stovna eitt almannagagnligt Bústaðarfelag til allar borgarar í Føroyum við skattakrónum hjá skattgjaldaranum í Tórshavnar kommunu.

 

Býráðsmeirilutin hevur ikki tryggjað borgarum framíhjárætt at leiga íbúðir, og harvið opnar Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin upp fyri útjavning av skattakrónunum í Tórshavnar kommunu.

 

Innihaldið í uppskotinum

 

Býráðssamgongan sigur í almennari fráboðan, at talan er um at leggja byggiprosjektið hjá Bústøðum við Dalavegin í eitt almannagagnligt bústaðarfelag, eitt non-profit-felag kunnu vit kalla tað. Felagið skal onkursvegna ikki rekast við vinningi fyri eyga og tey leggja upp til, at málbólkarnir eru m.a. láglønt og borgarar í kommununi, og dentur verður lagdur á, at leiguprísirnir skulu tillagast hesum málbólkunum, hóast hetta ikki er soleiðis. Fíggingin frá Bústøðum skal forrentast við 4,5%, meðan fíggingin frá kommuni er rentu- og avdráttarfrí. Sostatt er felagið ikki fult út eitt non-profit-felag.

 

Í høvuðsheitum verður Bústaðarfelagið rakstrarliga og fíggjarliga skipað soleiðis:

 

Samlaðu leiguinntøkurnar eru settar í byrjanini til umleið 5,7 mió. kr. árliga og hækka so líðandi við reglulering, viðlíkahald, fyrisiting o.a. umleið 750 tús.kr. árliga og rentuútreiðslur umleið 5 mió.kr. árliga. Úrslitið av rakstrinum er onki avlop fyrstu árini og millum 300-500.000 kr. um 3 ár og út eftir. Sostatt kunnu bara heilt smá frávik skeiva vegin í inntøkunum og/ ella útreiðslunum hava við sær stór hall.

 

Leiguprísurin um mánaðin liggur um 9.000 kr. (lítlar íbúðir 65, 66, 68 m2) og 12.000 kr. (størri íbúðir 88-113 m2). Ein alt ov høg leiga til t.d. láglønarbólkar.

 

  • Íbúðirnar við Dalavegin, útveganarvirðið 135 mió. kr., uttan mvg (verður afturrindað)
  • Fígging: Bústaðir 34 mió. kr. (2 mió. kr. stovnsfæ og fígging 32 mió. kr.)
  • Fígging: Tórshavnar kommuna 20 mió. kr. (2 mió. kr. stovnsfæ og fígging 18 mió. kr.)
  • Fígging: Banka-/ realkredittfígging, 81 mió. kr. - rentuberandi skuld
  • Banka-/realkredittfígging renta við 4,2%, afturgjaldstíð 30 ár
  • Fígging frá Bústøðum renta við 4,5% og fíggingin frá TK er rentu- og avdráttarfrí

 

Tórshavnar býráð bjargar Bústøðum

 

Bústaðir er við hesum bústaðarprosjektinum bjargað við at fáa snápulin niður í kommunukassan í Tórshavnar kommunu - við vælsignilsi frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Borgaralistanum, og harvið betra um vánaliga gjaldførið hjá Bústøðum, sum sær út til at hava avbjóðingar fyri framman - sikken ein jólagáva at fáa frá sitandi býráðsmeiriluta, sum gamblar við kommunukassanum og skattapengunum hjá borgarunum í Tórshavn.

 

Hvat kundi tær 20 mió.kr. ikki gjørt gott á eldraøkinum ella á dagstovnaøkinum?

 

Um hetta verður samtykt, kemur kommunan at hefta fyri skuld uppá umleið 40,5 mió. kr, eftir eitt innskot upp á 20 mió. kr., sum skal játtast á fíggjarætlanini, og kemur at hefta in solidum/ solidariskt fyri Bústaðarfelagið um rakstur og fíggjarstøða ikki hanga saman - altso, skattgjaldarin í Tórshavn kemur at bløða.

 

Tórshavnar kommuna hevur áður brent fingrarnar av slíkari luttøku at byggja íbúðir - mær vitandi kostaði hetta kommunukassanum einar 60 mió. kr. Býráðssamgongan má ikki gera sama feilin aftur.

 

 

 

Annfinn Brekkstein

 

býráðslimur