Russland átti uppskotið um at yvirtaka Donetsk

Á tíðindafundi varð ukrainski forsetin spurdur, um hann kundi vátta søgurnar um, at USA krevur, at Ukraina letur landaøkir frá sær til russar uttan bardaga

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vísir aftur uppáhaldinum um, at tað er eitt krav úr USA, at Ukraina skal taka seg aftur úr allari Donetsk-regiónini, sum partur av einari friðaravtalu millum Russland og Ukraina.

 

Á einum tíðindafundi í gjár varð ukrainski forsetin spurdur, um hann kundi vátta søgurnar um, at USA krevur, at Ukraina letur landaøkir frá sær til russar uttan bardaga.

 

Svarið hjá Volodymyr Zelenskyj var:

 

- Fyri tað fyrsta er tað ikki USA, sum er komið við hugskotinum, men Russland. Tað var Russland, sum kom við uppskotinum um, at vit skulu geva frá okkum landaøki. Eg havi longu svarað upp á hetta, og sjálvandi ynskja vit, at USA stendur við okkara lið.

 

Ukrainski forsetin legði dent á, at tað er Russland, sum ynskir, at Ukraina gevur frá sær landaøki í einari møguligari friðaravtalu, meðan Ukraina vil verja síni áhugamál.

 

Financial Times veit at siga, at USA hevur givið Ukraina fáar dagar at svara upp á seinasta uppskotið um friðaravtalu, sum verður umrødd við Kyiv og Moskva.

 

Sambært ónavngivnum keldum hevur Volodymyr Zelenskyj fortalt evropeiskum leiðarum, at hann herfyri - eftir eina trupla samrøðu við serliga sendimannin hjá Donald Trump - varð biðin um at taka eina skjóta støðu til friðaruppskotið.

 

Sambært Financial Times hevur ukrainski forsetin fingið "fáar dagar" til at svara upp á amerikanska uppskotið, og amerikanski forsetin ynskir eftir øllum at døma, at eitt svar fyriliggur fyri jól.

 

- Trump-umsitingin sær Evropa sum størsta vansan fyri einari friðaravtalu, og USA roynir eftir øllum at døma at halda ukrainska forsetan frá evropeiskum leiðarum fyri at trýsta Volodymyr Zelenskyj til at góðtaka eina avtalu, veit miðilin, Axios, at siga.

 

Leo Pávi, sum tók ímóti ukrainska forsetanum í Vatikaninum týsdagin, hevur funnist at Donald Trump fyri at gera viðurskiftini millum Evropa og USA veikari, eftir at amerikanski forsetin kallaði evropeiskar leiðarar "veikar".

 

Ukrainski fosetin sigur, at í samráðingartilgongdini millum Ukaina, Evropa og USA verður arbeitt við trimum dokumentum, sum skulu verða grundarlagið undir einari friðaravtalu.

 

- Vit arbeiða aktivt við øllum pørtum og við øllum møguligum tiltøkum fyri at fáa ein enda á krígnum, sigur ukrainski forsetin, sum sigur seg vóna, at uppleggið skjótt verður klárt at leggja fyri USA, sigur Volodymyr Zelenskyj.