Ukraina sigur seg í dag hava lopið á eitt tangaskip í Svartahavinum.
Sagt verður, at skipið, sum var í ukrainskum búskaparlligum øki, var partur av russiska skuggaflotanum.
Ein kelda hjá ukrainsku trygdardeildunum sigur við tíðindastovuna, Reuters, at lopið varð á tangaskipið, Dashan, við fleiri sjódronum.
Ukrainar siga, at tangaskipið kom inn í búskaparligt øki hjá Ukraina, tá tað var á veg inn til russiska havnarbýin, Novorossiysk.
Sambært Ukraina er tangaskipið partur av russiska skuggaflotanum, sum veitir vørur til Russlands fyri at umgangast altjóða revsitiltøk.
Russiski skuggaflotin gjørdist veruleiki, eftir at ES byrjaði at seta revsitiltøk í verk móti russiska oljuídnaðinum í 2022.
Hesin floti er í stóran mun gomul skip, sum skuldu verið tikin úr sigling. Ístaðin verða tey skrásett í londum, sum hava fá - ella eingi - krøv til standin á skipunum.
- Ofta eru hesi skip eisini illa tryggjað, veit tíð www.tv2.no at siga seint seinnapartin í dag.











