Breiðka Flatnavegin á Norðoyri

Í samband við vegarbeiðið vera bilførarar bidnir um at vísa varsemi og koyra varliga

 

- Borgarar á Norðoyri hava í langa tíð víst á tørvin at fáa betri ferðslutrygd á Norðoyri.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

- Pengar eru nú settir av til at breiðka vegastrekkið á Fornavegi og Flatnavegi, og hetta er eitt týðandi stig at betra um ferðslutrygdina á Norðoyri.

 

Víst verður á, at tá vegurin verður grivin upp, gevur hetta møguleika at leggja gøtuljóskaðal oman til lendingina, og tí eru nýggj gøtuljós oman til lendingina eisini partur av verkætlanini.

 

- Gongubreyt og onnur ferðslutálmandi átøk eru eisini partur av verkætlanini, sum fer í gongd í morgin, 11. desember, siga tey í Klaksvíkar kommunu.