Búskaparliga fræls vælferð

Landsstevna Javnaðarfloksins skal í dag taka nakrar sera týðandi avgerðir.

 

Eitt er tað, sum Jóannes Eidesgaard hevur boðað frá, at stevnan skal taka støðu til, hvussu hansara framtíðarsamstarv eigur at vera við danska Javnaðarflokkin í Fólkatinginum.

Okkara ráð til landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum skulu vera, at tey skulu heita á Jóannes Eidesgaard um at fáa hetta samstarv í rættlag aftur. Bankamálið og ósemjurnar í kjalavørrinum á kreppuni eru nú farnar afturum - og vit eiga tí at líta frameftir. Men tó skal stevnan ikki áleggja fólkatingsmanninum at fara upp í danska flokkin - og harvið eisini upp í tingbólkin og stjórnargrundarlagið. Jóannes Eidesgaard skal halda síni vallyfti um ikki at blanda seg í danskan politikk, men hann skal eisini kenna sítt pláss, gera sína skyldu og so kann hann krevja sín rætt.


Eitt javnaðarumboð er eitt javnaðarumboð og eigur at samstarva við onnur javnaðarumboð. Tað er júst aðalmunurin millum Javnaðarflokkin og aðrar flokkar, at Javnaðarflokkar samstarva um landamørk, teir eru partur av eini alheims rørslu - arbeiðararørsluni, og tá ber ikki til at krógva seg handan tjóðskaparligar hvørvisjónir.


Landsstevnan skal eisini taka støðu til linjuna hjá Javnaðarflokkinum í sjálvstýrismálinum - og her skal stevnan gera púra greitt:


? Tað eigur ikki at koma upp á tal, at fullveldis- ella sjálvstýrisætlanirnar skulu kosta føroyingum vælferðina. Alt tosið um, at vit mugu klára okkum við tí, sum landið kann geva, eru kávalótir. Einki framkomið land í heiminum gyrðir seg inni á slíkan hátt.


Hinvegin skal landsstevnan ikki áleggja flokkinum at ganga sambandsleiðina. Tað er tann reina hugmóð. Gongda leiðin er økt sjálvstýri - fyribils innan fyri ríkisfelagsskapin. Loysingin í sjálvum sær er einki endamál. Endamálið er sjálvsagt, at vit klára okkum sjálvi - politiskt og búskaparliga. Tá kunnu vit tosa um frælsi. Hitt, bara at proklamera okkum »fræls« - uttan at vit eru búskaparliga fræls - tað ber meira dám av nationalistkum harradreymum.


Fyrr var tað »loysing«, síðan var tað »skipað loysing«. Nú er boðskapurin »fullveldi«. Øll hesi hugtøk bera dám av, at onkur vil lumpa og lirka. Sjálvandi skulu vit hava »sjálvstýri«. Men latið so »sjálvstýri« verða endamálið, og ikki loysingin, sum seinni kann koma sum ein nátúrlig fylgja av »sjálvstýrinum« - um fólkið ynskir tað.