HB kann verða føroyameistari longu í morgin

Fótbóltur: Um B36 tapir í dag og KÍ tapir í morgin, samstundis sum HB vinnur á B68, er HB føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1990

Føroyska landskappingin í fótbólti er av álvara farin at halla, og hetta vikuskiftið verður fjórðseinasta umfar í 1. deild hjá monnum spælt.

Tveir dystir verða í Eysturoynni, tveir í Suðuroynni og ein í Havn.

Longu í dag spæla TB og B36 á Sevmýri. Tvørámenn fingu eitt sindur av luft undir veingirnar seinast, tá teir vunnu 2-1 í Fuglafirði. Tað var fyrsti sigur hjá TB í landskappingini í ár, og hann kom í tøkum tíma. TB er í løtuni á 9. plássi við 8 stigum, og bert málmunurin skilir teir og sumbingar á niðasta plássinum. Eitt stig er upp til ÍF, og hesi trý liðini eru tey einastu, sum eru eftir í niðurflytingarstríðnum. Eitt av hesum flytir beinleiðis niður, eitt fær ein kjans afturat móti næstbesta liðnum í 2. deild (allarhelst LÍF ella Royn), meðan eitt sleppur snikkaleyst.

Hjá TB hevur Óli Johannesen leikbann móti felagnum, hann gjørdist føroyameistari við í fjør. Jón Tórður Holm hevði leikbann í Fuglafirði, men er tøkur aftur hjá nýggja venjaranum Egili Steintórssyni. Liðskiparin Pól F. Joensen keikti sær nøkur liðbond í Vági fyri meir enn einum mánaði síðani, men hann hevur spælt kortini, hóast hann hevur verið noyddur at latið seg skifta út í onkrum av dystunum, men hann hevur so ikki vant nakað í vikuni.

B36 hevur vunnið allar dystirnar í seinnu helvt og eru eisini favorittar at vinna á Tvøroyri í dag. Hesaferð mugu teir kortini royna seg uttan John Petersen, sum er leikbannaður. Tað er Ronnie Samuelsen eisini, og Carl Høgnesen er framvegis skaddur. Væntandi kemur venjarin Tomislav Sivic, sum hevur sitið sítt leikbann av, inn í álopið fyri John Petersen, og árstalsfelagið hevur eisini nógv fólk at taka av á miðjuni, har plássið hjá Ronnie Samuelsen skal fyllast.

Seinast TB og B36 spældu landskappingardyst á Tvøroyri, var í 1996, og ta ferðina vann B36 3-0. Í 1995 vunnu tvørámenn 3-2, og í 1994 og 1993 var úrslitið tað sama: 2-0 til B36.


HB kann fáa FM

longu í morgin

HB er sera nær við at ogna sær sítt fyrsta FM-heiti síðani 1990, og teoretiskt kunnu teir longu gerast føroyameistarar í morgin. Tað verður veruleiki, um HB vinnur á B68, samstundis sum B36 og KÍ tapa.

Johannes Joensen er leikbannaður hjá havnarmonnum, og eftir hvat frættist, kemur Ingi Rasmussen inn á hansara pláss. John Heri Dam hevur havt trupulleikar við liðbondum, og Andrew av Fløtum hevur eisini verið skaddur.

Annars eru fleiri av HB-arunum á markinum til leikbann, m.a. øll verjan (Hans á Lag, Hans Fróði Hansen og Bjarki Mohr) umframt Allan Mørkøre.

B68 hevur ongan møguleika fyri at fáa heiðursmerki, men flytir heldur ikki niður. Jan Petersen er leikbannaður hjá toftamonnum hetta vikuskiftið, men Sámal Erik Hentze verður helst við aftur fyri fyrstu ferð aftaná summarsteðgin. Øssur Hansen, Oleif Joensen og Jákup Eli Olsen hava allir havt trupulleikar við lærkrikanum, men kunnu ivaleyst allir spæla í morgin.

Í fjør vann HB 6-1 á B68 í Gundadali, men í 1996 var úrslitið 0-0. Árið fyri tað vann HB 3-1, men í 1994 komu heldur eingi mál. Tað komu tað hinvegin í 1993, tá HB vann 5-4 eftir at hava verið á odda 5-0 eitt skifti.


VB og KÍ bæði fullmannað

Saman við B36 er KÍ einasta liðið, sum enn kann stilla seg ímillum HB og FM-heitið. Klaksvíkingar fara longu leiðina suður til Vágs longu í dag og spæla á Eiðinum í morgin. Allir menninir eru tøkir hjá Jóannesi Jakobsen, sum helst ikki man fara at broyta stórvegis upp á liðið, sum vann 4-2 á GÍ fyri tveimum vikum síðani.

VB hevur framvegis Intertoto-luttøku at spæla fyri, men í løtuni eru teir fimm stig frá 4. plássinum, sum gevur atgongd til hesa kappingina komandi summar. Vágbingar eru eisini fullmannaðir til dystin, sum í fjør endaði 1-0 til VB. Í 1996 vóru klaksvíkingar omaná 2-0, og tað vóru teir eisini í 1995, tá VB æt Sumba/VB. Ta ferðina vann KÍ 2-1. Í 1994 var VB í 2. deild, men í 1993 vann KÍ 1-0.


Fuglfirðingar trýstir

Í Runavík verður Eysturoyaruppgerð millum NSÍ og ÍF, og størsta trýstið man uttan iva liggja á fuglfirðingum, sum nú hava bæði TB og Sumba beint í hølunum. ÍF má hesaferð spæla uttan toppskoraran Mariniak Maciej, sum hevur leikbann. Høgni Hansen er hinvegin við aftur eftir leikbannið hann fekk á Toftum og sat av móti TB. Saman við Bartali Eliassen hevur Høgni verið á námsferð í Íslandi seinastu vikuna og hava tí sum vera man ikki vant við restini av liðnum hesa tíðina. Roy Róin fekk eina fipurspreinging fyrr í vikuni og hevur ikki vant so nógv, og Jacek Jaarlaczek hevur aftur fingið trupulleikar við knænum, hann varð skorin í fyrr í ár, so teir eru báðir ivasamir.

NSÍ satsar framvegis upp á eitt »veruligt« Europa Cup-pláss, men til tað krevst ein sigur í morgin. Gert Langgaard hevur verið óheppin í ár, og herfyri breyt hann aftur armin á sama stað sum fyrr í ár, so hann verður ikki við aftur í ár. Tað verður Óli Hansen heldur ikki, tí hann hevur brotið beinið. Mortan Hansen kom heim úr Danmark beint áðrenn Sumba-dystin og hevur vant við fullum seglum síðani tá. Úr Runavík siga teir annars, at steðgurin, sum nú hevur verið í landskappingini, er komin væl við hjá teimum, og fleiri av hinum liðunum munnu vera samd í tí.

Tá ÍF var í Runavík í fjør, høvdu teir styrkt seg við Magna á Lakjuni og Símuni Eliasen, og tað gav úrslit í dystinum, sum fuglfirðingar vunnu 4-2. Í 1996 var NSÍ ikki umboða í 1. deild, og tað var ÍF heldur ikki í 1995. Í 1994 vann NSÍ 3-1, men árið fyri tað spældi besta liðið hjá teimum eisini í 2. deild.


GÍ tapt seinastu tríggjar ferðirnar

GÍ bjóðar sumbingum at vera vælkomnir í Gøtu í morgin, og gøtumenn eru óðir eftir at vinna aftur. Teir hava ikki vunnið síðani í fyrsta umfari eftir summarsteðgin 2. august, tá teir sendu NSÍ heim við einum 5-1 ósigri. GÍ hevur tapt tríggjar teir seinastu dystirnar í landskappingini og eru nú uttan fyri ávirkan í bæði toppi og botni. Bæði Pauli og Magni Jarnskor vóru leikbannaðir seinast í Klaksvík, men teir eru so tøkir aftur. Einasta ivamálið í løtuni er Magni Jacobsen, sum hevur havt skaða í lærkrikanum og ikki hevur vant so nógv.

Sumba hevði eina góða fyrru helvt, men síðani summarsteðgin er tað bert blivið til eitt stig, og nú eru teir niðast í deildini. Sumbingar hava vant hart seinastu tvær vikurnar fyri at bjarga liðnum í 1. deild. Hesaferð eru allir uttan Sonni Kjærbo klárir hjá sumbingum, sum hava fingið Magna Eystan Á at tikið eina hond í við venjingini, so Spasojé Biberdzic fær betri umstøður til at spæla sjálvur. Sonni Kjærbo fekk ein skaða í knæið herfyri, og hann verður neyvan við aftur í ár. Jan Poulsen sat leikbannaður seinast, men er tøkur hesaferð.

Sumba hevur ikki verið í 1. deild síðani 1991, men í 1995 vóru teir í bestu deildini saman við vágbingum. Tá tapti Sumba/VB 3-0 í Gøtu.