Fakliga loftmiðlanevndin, sum landstýrismaðurin sambært løgtingslógini um kringvarp skal seta, at viðgerða og taka avgerðir um sendiloyvi er sett.
Í nevndina eru vald Turið Debes Hentze, advokatur, Birgir Kruse, lærari og útvarpsmaður og Jens Julian Reinert, sum starvast á Føroya Tele.
Sambært lógini skal nevndin mannast við einum løgfrøðingi, sum skal verða formaður og tveimum loftmiðlakønum, harav annar skal hava tekniskt innlit, og tað er júst tað sum er hent.
Landsstýrið hevur sett Turið Debes Hentze, advokat, sum formann og afturat sær hevur hon fingið Birgir Kruse, sum er lærari og útvarpsmaður og Jens Julian Reinert, sum dagliga starvast á Føroya Tele.
Varalimirnir hjá hesum trimum eru Fríða Patursson, Turið Kjølbro og Kári Planck.
Hóast nevndin er sett, er hon tó ikki farin til verka, men har er nóg mikið at taka støðu til. Seks umsóknir liggja og bíða eftir viðgerð nevndarinnar.










