kavi, tí at tvey stór ferðamannaskip skula hava regluliga sigling upp á Havnina. Tosið um at sprongja sær pláss til skip og bilar bendir á, at fóturin verður ov stórur til skógvin. Mær líkar ikki, at meiri [...] meiri dynamitt verður brúkt til at sprongja burtur av Skansanum, og mær líkar als ikki, at menn fara at nálgast upp at sjálvum Tinganesi við dynamitti og perlum. Skansin og Tinganes eru givnar fortreytir í [...] hevur borið býráðnum sum heild til at fingið eitt samlað tilmæli og enn minni eina samlaða frágreiðing. Skal ikki siga, at ikki onkur alibifundur er hildin til tess at halda ringasta áganginum frá hurðini
serliga samgongan ? fer at megna at fylgja fólkaviljanum um økt sjálvstýri, uttan at drukna málið í fiktivum avmarkingum av øllum møguligum slag, bert fyri at burturforklára, at slíkt ber til uttan fullveldi [...] ræður um at halda høvdið kalt, meðan mál eru til viðgerðar, so at man ikki druknar alt í klandursretorikki beinanvegin. Uttanlandsnevndin eigur at taka statsministaran uppá orðið beinanvegin uttan at neyðugt [...] politikarum at gevast við smáligum grenji og briksli og ístaðin vísa seg sum statsmenn og smíða, meðan jarnið er heitt og syrgja fyri, at nakað hendir í hesum málinum. Vit føroyingar hava nógv áhugamál at røkja
sínum kandidati á Sandi sessin. Tað kann gera, at skopuningar fara at savna seg um tað valevnið í bygdini, sum hevur bestu møguleikar at koma inn á ting at umboða bygdina og oynna sjálvandi. Uppstillingin [...] á hesum stað komandi bløðini at hyggja nærri at nøkrum av teimum valdømunum, har broytingar kunnu væntast. Broytingar, sum aftur kunnu fáa stóran týdning fyri, hvør kemur at sita í Tinganesi næsta skeiðið [...] uppá, at bygdafólkið fer at savna seg um hann, nú bygdin sum er ongan tingmann hevur. Hyggja vit so eftir E, so hevur flokkurin eina sera sterka støðu heima á Sandi. Og nú vísir uppstillingin, at hann stillar
Sandavági, sigur, at hóast teir bara hava staðið uppi eitt vikuskifti, eru greiðar ábendingar á, at teir hava ætlaðu ávirkanina. Nevniliga, at bilarnir seta ferðina niður. ?Tað er heilt greitt, at bilarnir høgga [...] men hevur ikki fingið tær. ?Fæst hetta at rigga, er tað í lagi sigur Rósa Samuelsen, sum vónar, at gáarnir fara at verða standandi í hvussu er eina tíð. Ferðgáar At nevna hesar vognarnar við ljóstalvunum [...] hevur víst seg, at ferðin ymsastaðni hevur verið í meira lagi, og roynt verður nú við hesum tólunum at fáa hana lækkaða. Aðrastaðni, har slíkar talvur eru settar upp, hevur tað víst seg, at meðalferðin er
um, at fleiri møguleikar eru eftir at troyta innan samferðlu, og teir vóru fúsir at kanna hesar møguleikar nærri. Flogfeløgini vístu á, at eingi fløgfeløg í heiminum hava so lítið fólkagrundarlag at byggja [...] sjálvandi ikki uppá tað at fara undir eina rutu, ið gevur hall. Flogfeløgini mæltu tí til, at avgjøld á flogvallum og ferðaskattur verða avtikin, so at ávísar rutur verða bíligari at reka, og á tann kann [...] seg gera, um politikararnir eru fúsir at taka stór tøk saman við vinnulívinum, so at vit kunnu røkka okkara endamáli, sigur Hjálmar Árnason. Hann leggur dent á, at tann vanligi marknaðurin ikki loysir teir
er sett at røkja Suðuroyarsiglingina. Smyril plagar at vera at kalla fullur tveir túrar um dagin, men dúgvan tekur bara helvtina av farminum, sum Smyril tekur, so tað er skilligt at tað fer at tátta í [...] suður. ?Einastu ráðini vit sóu okkum, var at leiga ein sandbát fyri at fáa fiskin suður, sigur Petur Johannessen. Hann sigur at teir vóru heilt einfalt noyddur at tryggja sær fiskin, tí í verkfallinum, sum [...] løn fyri at tøma hann. Harumframt má fiskurin tryggjast. Harafturat kemur tvørleikin, tí tað tekur seks tímar at lasta sandbátin og aðrar seks tímar at tøma hann aftur. ? Petur Johannesen sigur, at hetta
kom týðuligt fram, at partarnir í ferðavinnuni meta hetta vera óheppi, tí ikki ber til at skilja hugtøkini at. Bæði fólk innan ferðavinnuna og føroyska mentanarlívið fílast á, at partarnir ikki vita nóg [...] vístu eisini á stóra týdningin, at føroyingar royndu at bróta úr nýggjum og royna nýggjar leiðir á ferðavinnuøkinum. Eisini róstu teir føroyingum fyri at duga væl at hildið aftur, so føroyska mentanin [...] av hvørjum øðrum, og at neyðugt er, at samskipanin gerst nógv betri í framtíðini. Hvussu hetta skal gerast vóru fólk rættiliga ymisk á máli um, og á pallborðsfundinum kom fram, at fólk innan føroyska mentan
væl, tó at tað kemur fyri, at tað onkuntíð ikki er lendandi orsakað av veðri. Tí hevði tað allarbesta verið at havt tveir flogvallir í Føroyum, sigur Magni Arge, sum í sama andadrátti ásannar, at tað verður [...] Hinvegin sær hann ikki nakran fyrimun í at leingja vøllin hundraðvís av metrum fyri at fáa møguleika fyri at brúka størri flogfør. Tað vildi bara gjørt tað, at frekvensurin lækkaði. Tað vil siga færri [...] um flogvallarútbygging, sigur Magni Arge, at tað, sum einamest umráðandi er við flogferðslu, er góður »regularitetur«. Tað at flogferðslan er reglulig, og at ferðafólkini kenna seg trygg. Í so máta hevur
Arbeiðið at bøta um ein tann ringasta og vandamiklasta landsvegin í øllum landinum, er nú steðgað. Í nakrar vikur hevur Landsverkfrøðingurin arbeitt við at spreingja ein kneysa burtur fyri at at gera tað [...] gjørt av at brúka peningin til onnur endamál í Suðuroynni. Hildið varð, at hann var frægast farin til at breiðkað eitt strekki omanfyri Hov, sum er serstakliga smalt. Tað eru nakrar vikur síðani at farið [...] ongin bilaverja. Ætlanin er at gera tunnil ímillum Øravík og Hov og peningurvarð settur av til endamálið á fíggjarlógini fyri í ár at fyrireika arbeiðið fyri. Men av tí, at farið verður ikki undir tunnilin
Men tað verður í hvussu so er roknað við, at tað fer at bera til at spæla í Parkini í Keypmannahavn. Vetrarveðrið hevur havt við sær, at tað ikki hevur borið til at venja á grasvallum. FCK gjørdi skjótt av [...] heimasíðuni hjá sær, todi.fo, at tað hevði verið hugaligari, um tað hevði verið Liverpool, sum spældi og vann so nógv! At Todi og liðfelagarnir eru í Manchester kemst av, at teir so at siga eru flýddir úr Danmark [...] Jónsson nú er nóg væl fyri at spæla týdningarmiklar dystir. FCK venjarin Hans Backe hevur sagt, at hann fegnast um, at Todi nú tykist vera komin fyri seg aftur. Tað, sigur hann, fer at styrkja um álopspartin