Best við tveimum flogvallum

Tað besta fyri flogferðsluna í Føroym hevði verið at havt ein tiltaksvøll onkra aðrastaðni í landinum knýttan at flogvøllinum í Vágum. Soleiðis hevði reglusemið verðið mestsum optimalt, heldur stjórin á Atlantsflogi

Flogvøllurin í Vágum riggar betri, enn umdømið hann hevur fingið. Men best hevði verið at havt ein tiltaksvøll onkra heilt aðrastaðni í landinum, lagdan soleiðis, at veðurlíkindi ikki eru tey somu sum í Vágum, sigur Magni Arge stjóri á Atlantsflogi.
Í viðmerking til tosið um flogvallarútbygging, sigur Magni Arge, at tað, sum einamest umráðandi er við flogferðslu, er góður »regularitetur«. Tað at flogferðslan er reglulig, og at ferðafólkini kenna seg trygg.
Í so máta hevur vøllurin i Vágum riggað heilt væl, tó at tað kemur fyri, at tað onkuntíð ikki er lendandi orsakað av veðri.
Tí hevði tað allarbesta verið at havt tveir flogvallir í Føroyum, sigur Magni Arge, sum í sama andadrátti ásannar, at tað verður ikki í bræði, at slíkt verður gjørt.
Hann heldur tó ikki, at tað skuldi verið ein flogvøllur afturat, sum skal kappast við vøllin í Vágum, men ein tiltaksvøllur, sum lá soleiðis fyri at har var lendandi, um líkindi ikki vóru í Vágum.Og so skuldi hann aftur at tí ligið soleiðis, at landfast er í Vágar.
Tað er nevniliga so, sigur Magni Arge, at tá flogførini ikki fáa lent í Vágum, enda øll ferðafólkini aftur uttanlands, og tað hevur viðhvørt keðiligar avleiðingar við sær. Kundu tey hinvegin lent aðrastðani í Føroyum, vóru tey komin upp á pláss og kundu avgreitt síni ørindi.
Magni Arge ásannar, at ein leinging av flogvøllinum ikki bara av sær sjálvur loysir teir trupulleikar, sum kunnu vera við flúgving.
Atlantslfog arbeiðir alla tíðina við tankanum um at skifta flogførini út, og varð vøllurin longdur bara einar 200 metrar ella so, vóru valmøguleikarnir væl betri enn í dag, tá leitast skal eftir hóskandi flogførum ásannar Magni Arge.
Hinvegin sær hann ikki nakran fyrimun í at leingja vøllin hundraðvís av metrum fyri at fáa møguleika fyri at brúka størri flogfør.
Tað vildi bara gjørt tað, at frekvensurin lækkaði. Tað vil siga færri fráferðir og komur. Og tað er afturstig, tí ein tann besta tænastan, ein kann geva flogferðafólki, er júst tað, at flogið verður ofta.
Í dag verður flogið bæði morgun og kvøld. Og støddin á flogførunum,sum Atlantsflog brúkar, er nakað nær tí best egnaða yvirhøvur til tørvin, sum er til flúgving upp á Føroyar, heldur hann.
Men Magni Arge er ikki í iva um, at ein útbygging hevði havt nógvar fyrimunir við sær.