Tann reina komedia

Ferðasambandið ímillum Havnina og Suðuroynna er aftur nú endað í ruðulleika og hjá nógvum virkjum er tað ein fíggjarlig vanlukka

Suðuroyarsiglingin


? Hetta er tann reina komedia.
Petur Johannessen, stjóri á Palm Seafood í Vági er ein av nógvum virkisleiðarum í Suðuroy sum stúra fyri teimum næstu vikunum.
Smyril er í dokk og Dúgvan er sett at røkja Suðuroyarsiglingina. Smyril plagar at vera at kalla fullur tveir túrar um dagin, men dúgvan tekur bara helvtina av farminum, sum Smyril tekur, so tað er skilligt at tað fer at tátta í onkustaðni.
Ikki minst hjá fiskavirkjunum kemur støðan illa við.
Palm Seafood í Vági hevði júst keypt 80 tons av fiski av landingarmiðstøðini, men sum støðan tók seg upp, var ógvuliga óvist, hvussu virkið fekk fiskin suður.
?Einastu ráðini vit sóu okkum, var at leiga ein sandbát fyri at fáa fiskin suður, sigur Petur Johannessen.
Hann sigur at teir vóru heilt einfalt noyddur at tryggja sær fiskin, tí í verkfallinum, sum júst er av, góvu keyparar ilt av sær, tí tað gekk so illa at halda sátmálararnar.
? Tá máttu vit geva avlsáttur fyri lívga keyparan og tað halda vit var bíliga sloppið. Men at svikið hann einaferð afturat so stutt aftaná, hevði verið ov nógv av tí góða, tí so kundi hann akkurát tað sama fingið sær aðrar leverandørar, sigur stjórin á Palm.
Dúgvan sigldi suður í gjárkvøldið, men hon tekur ikki helvtina av tí farmi, sum Smyril tekur og
fyri at tryggja virkinum fiskin, gjørdu teir av at leiga fiskin ein sandbát við fiskinum.
Men hetta førir stóran eykakostnað við sær fyri virkið.
?Tað kostar 41 oyru fyri kilo at flyta fiskin suður við Strandferðsluni-og tá kann fiskurin verða standandi í vognunum til vit hava brúk fyri honum.
Nú, vit skulu hava Sandbátin kostar tað tvær ferðir so nógv at fáa fiskin suður, umframt at allur fiskurin skal takast ísenn. Fyrst skulu vit betala leigu fyri bátin, vit skulu eisini betala fólki løn fyri at flytta bátin.
Báturin verður í Vági mitt um nattina og tá skulu vit aftur betala løn fyri at tøma hann. Harumframt má fiskurin tryggjast.
Harafturat kemur tvørleikin, tí tað tekur seks tímar at lasta sandbátin og aðrar seks tímar at tøma hann aftur.
? Petur Johannesen sigur, at hetta er eín stórur fíggjarligur smeitur, men tað er onki at gera.
?Sáttmálarnir, vit hava gjørt, mugu vit halda, annars missa vit teir, sigur hann.
Hann sigur, at umstøðurnar hjá vinnulívinum í Suðuroynni bara versnað og tað er ein spurningur, hvussu longi teir kunnu halda fram, fáast viðurskiftini ikki í trygga legu.