Størsti spenningurin hesaferð man verða vendur móti valdømunum Sandoy, Vágar og Norðstreymoy. Vit fara á hesum stað komandi bløðini at hyggja nærri at nøkrum av teimum valdømunum, har broytingar kunnu væntast. Broytingar, sum aftur kunnu fáa stóran týdning fyri, hvør kemur at sita í Tinganesi næsta skeiðið.
Taka vit Sandoynna, so eru har tríggir flokkar, sum stríðast um teir báðar tingmenninar. Seinast fingu A og E menninar, næstseinast fingu A og C menninar og soleiðis hevur gingið aftur og fram øll árini. Hesaferð er sannlíkt, at tað verður eitt ella annað skifti í oynni. Hetta einamest av at stóri atkvøðuslúkarin hjá A ikki stillar uppaftur hesaferð. Tað kann taka beinini undan A í oynni. Tað er so heldur einki dulsmál, at C liggur uppá lúr og vil gera alt fyri at vinna sær sessin aftur. Jógvan Adolf Johannesen, sum skopuningar serstakliga men eisini aðrir sandoyingar, eitt nú dalbingar, hava stuðlað trúliga í nógv ár, stillar ikki upp hesaferð. Men tað ger harafturímóti sjálvur bygdarráðsformaðurin í Skopun, Gerhard Lognberg. Okkurt kundi týtt uppá, at bygdafólkið fer at savna seg um hann, nú bygdin sum er ongan tingmann hevur. Hyggja vit so eftir E, so hevur flokkurin eina sera sterka støðu heima á Sandi. Og nú vísir uppstillingin, at hann stillar heilar tveir kandidatar upp í Skopun eisini. Við fyrsta eygnakast skuldi man trúð, at hetta kann skapa Lognberg trupulleikar. Hinvegin kann eisini sigast, at við at stilla tvey valevni upp í Skopun hevur E í veruleikanum longu uppá forhond tryggjað sínum kandidati á Sandi sessin. Tað kann gera, at skopuningar fara at savna seg um tað valevnið í bygdini, sum hevur bestu møguleikar at koma inn á ting at umboða bygdina og oynna sjálvandi. Uppstillingin hjá E í Skopun tykist tí meira taktisk, tí hon tryggjar harvið verandi tingmanninum Páll á Reynatúgvu annan sessin. Um E við at seta tveir mans á listan í Skopun ætlar at seta ein kíla inn í javnaðarleirin í bygdini og taka frá honum fyri harvið at tryggja fólkafloksmanninum á Sandi er ein annar spurningur. Tað kann sjálvandi vera ein landspolitisk taktisk avgerð. At E heldur sær ein sterkan A-flokk eftir valið, heldur enn ein alt ov sterkan C-flokk. Men tað kann gerast ein boomerangur, tí sum sagt er nú Lognberg besti garanturin hjá skopuningum at fáa sín mann á ting. So tann møguliga taktiska manøvran hjá E kann vera við til at tryggja C sigur á løgtingsvalinum.
Sosialurin.