Um vikuskiftið hevur Norðurlandahúsið hildið eina forkunnuga mentanarráðstevnu. Stevnan var tann fjóðra í røðini í samband við, at norðurlondini vilja kanna, hvussu langt norðurlendskur mentanarpolitikkur er komin, og hvussu hann skal skipast í framtíðini
Ein av spennandi fyrilestrunum á mentanarráðstevnuni um vikuskiftið var sunnudagin, har kjakast var um hugtakið kulturturismu. Kulturturisma er eitt vanligt fyribrigdi í londum uttanfyri Føroyar, meðan vit ikki hava tikið hugtakið til okkum. Kulturturisma er í stuttum um, hvussu mentan og ferðavinna kunna arbeiða saman fyri at stuðla hvørjum øðrum.
Føroysku ferðavinnan hevur altíð lagt stóran dent á at marknaðarføra føroysku mentanina, sum ein sjálvsagdan part av ferðavinnuni. Kortini eru mentan og ferðavinnan politiskt atskild, soleiðis skilt, at politisku myndugleikarnir hava orða atskildan ferðavinnu- og mentanarpolitikk, og taka ikki fyrivarni fyri at hesi í roynd veru hoyra saman. Á pallborðsfundinum sunnudagin kom týðuligt fram, at partarnir í ferðavinnuni meta hetta vera óheppi, tí ikki ber til at skilja hugtøkini at.
Bæði fólk innan ferðavinnuna og føroyska mentanarlívið fílast á, at partarnir ikki vita nóg væl av hvørjum øðrum, og at neyðugt er, at samskipanin gerst nógv betri í framtíðini. Hvussu hetta skal gerast vóru fólk rættiliga ymisk á máli um, og á pallborðsfundinum kom fram, at fólk innan føroyska mentan ikki vóru serliga áhuga í at verða marknaðarførd, sum ein sjálvsagdur partur av ferðavinnuni.
Neyðugt við nýhugsan
Fólk innan ferðavinnuna søgdu seg ynskja, at Føroyar royndu at marknaðarføra seg sum annað enn nakrar grønar oyggjar, tí flest onnur lond hava eisini vakra nátturu. Neyðugt er tí við nýhugsan, so Føroyar sum ferðavinnuland fær onnur bein at standa á, enn bert náttúruna. Víst varð á teir mongu festivalarnar og myndlist sum góðar møguleikar, og sum avgjørt kundi lokkað fleiri útlendingar til Føroya.
Útlendsku áhoyrarnir vístu eisini á stóra týdningin, at føroyingar royndu at bróta úr nýggjum og royna nýggjar leiðir á ferðavinnuøkinum. Eisini róstu teir føroyingum fyri at duga væl at hildið aftur, so føroyska mentanin heldur ikki bleiv ov popput, sum bleiv tikið til. Hóast neyðugt var við nýhugsan, so er týdningarmikið, at vit ikki mistu okkum sjálvi burtur í marknaðarføringini av mentanina, og higartil høvdu føroyingar duga væl at funnið eina góðå javnvág.
Ein av spennandi fyrilestrunum á Mentanarstevnuni um vikuskiftið var um ferðavinnu og mentan. Báðir partar vístu á, at neyðugt var nógv betri samskipan í framtíðini, so báðir partar kunnu fáa størri gagn av hvørjum ørðum.










