Todi Jónssn var týskvøldið millum eygnavitnini á Old Trafford. Hann og hinir í FCK hópinum sóu Manchester United hølva franska meistaraliðið Nantes av 5?1. Tað var sjálvandi hugaligt, men Todi Jónsson, sum er avgjørdur Liverpool viðhaldsmaður, heldur á heimasíðuni hjá sær, todi.fo, at tað hevði verið hugaligari, um tað hevði verið Liverpool, sum spældi og vann so nógv!
At Todi og liðfelagarnir eru í Manchester kemst av, at teir so at siga eru flýddir úr Danmark. Fyrsta umfarið í superliguni eftir vetrarsteðgin er á skránni nú sunnudagin. FCK skal spæla á heimavølli í Parkini ímóti AGF.
Tað er rættuliga ivasamt, hvussu tað verður við superliguni sunnudagin. Vetrarveðrið hevur leikað í kring alt Danmark, og tað liggur kavi á flestu vallunum, har landskappingardystir skulu spælast sunnudagin. Men tað verður í hvussu so er roknað við, at tað fer at bera til at spæla í Parkini í Keypmannahavn.
Vetrarveðrið hevur havt við sær, at tað ikki hevur borið til at venja á grasvallum. FCK gjørdi skjótt av, og sunnudagin fóru teir til Manchester. Men har hevur veðrið ikki verið nakað serligt. FCK hevur fleiri ferðir vant á graslíkisvallum. Tað kunnu teir eisini gera í Keypmannahavn.
Undan fráferðini úr Keypmannahavn var upp á tal, at FCK skuldi spæla venjingardyst ímóti Manchester City, sum hevur fyrrverandi FCK mannin, Niclas Jensen, á liðnum. Men venjingardysturin er ikki spældur, og í gjár var tað óvist, um FCK fer at spæla nakran dyst, meðan teir eru í Onglandi.
Megnar ein tíma
Stóri spurningurin er, um Todi Jónsson nú er nóg væl fyri at spæla týdningarmiklar dystir. FCK venjarin Hans Backe hevur sagt, at hann fegnast um, at Todi nú tykist vera komin fyri seg aftur. Tað, sigur hann, fer at styrkja um álopspartin, men hann heldur ikki, at Todi enn er førur fyri at spæla meiri enn ein góðan tíma.
Todi Jónsson venur við fullari ferð, men hann sigur, at tað framvegis restar eitt sindur í, áðrenn hann verður eins væl fyri, sum hann var undan skaðanum, ið hann hevur drigist við síðani tíðliga síðsta summar.
? Um eg verði á liðnum ímóti AGF sunnudagin, veit eg ikki. Zuma er leikbannaður, og tað átti at økt um møguleikarnar fyri, at eg verði millum teir fyrstu ellivu, sigur Todi Jónsson á heimasíðuni.
Undan fráferðini til Suðurafrika varð Todi Jónsson úttikin til doping roynd. Svarið fekk hann, tá teir komu aftur úr Suðurafrika,og tað segði, at einki er at finnast at.










