Arbeiðið á vandamiklum vegi í Suðuroy lagt stilt

Landsverkfrøðingurin og hovbingar eru ósamdir um endurgjaldið fyri grótið, sum verður tikið burtur

 

Endurgjaldskrav


Arbeiðið at bøta um ein tann ringasta og vandamiklasta landsvegin í øllum landinum, er nú steðgað.

Í nakrar vikur hevur Landsverkfrøðingurin arbeitt við at spreingja ein kneysa burtur fyri at at gera tað allarsmalasta av vegnum omanfyri Hov í Suðuroy, breiðari, men nú er arbeiðið steðgað.

Orsøkin til, at arbeiðið er steðgað, er, at hovbingar hava kravt nógv meiri endurgjald enn Landsverkfrøðingurin vil lata fyri grótið, sum verður tikið burtur.

Tí hevur hagastýrið noktað Landsverkfrøðinginum at halda fram við arbeiðnum og tískil er tað steðgað.

Hovsvegurin er ein tann vánaligast og vandamiklasti landsvegurin í øllum Føroyum, men júst á hesum strekkinum, sum her er talan um, er hann serstakliga ringur: Har er bara pláss fyri einum persónbili, har er onki útsýni og framvið vegnum er ongin bilaverja.

Ætlanin er at gera tunnil ímillum Øravík og Hov og peningurvarð settur av til endamálið á fíggjarlógini fyri í ár at fyrireika arbeiðið fyri.

Men av tí, at farið verður ikki undir tunnilin nú kortini, er tað gjørt av at brúka peningin til onnur endamál í Suðuroynni.

Hildið varð, at hann var frægast farin til at breiðkað eitt strekki omanfyri Hov, sum er serstakliga smalt.

Tað eru nakrar vikur síðani at farið varð undir arbeiðið. Grótið, sum er sprongt burtur, hevur verið brúkt til at fylla út niðri á havnarlagnum á Tvøroyri.

Men so gjørdu hovbingar vart við, at teir vildu ikki góðtaka endurgjaldið, sum Landsverkfrøðingurin vildi lata fyri lendið, sigur Hermundur Michelsen hjá Landsverkfrøðinginum í Suðuroy.

Hann sigur annars, at munnlig avtala varð gjørd við hagastýrið í Hovi um endurgjaldið. Men tá ið semjan skuldi fellast á pappír, kravdi hovbingar meiri.

?Tískil er arbeiðið nú steðgað.

Hann sigur, at Landsverkfrøðingurin letur vanliga letur 12 krónur fyri fermeturin av haga.

?Tað vilja hovbingar ikki góðtaka. T.d. vilja teir eisini hava Landsverkfrøðingin at gera ymisk arbeiði, eitt nú eina rætt, í endurgjaldi fyri grótið.

?Tað hevði verið nógv dýrari og tað vil Landsverkfrøðingurin ikki góðtaka.

Hermundur Michelsen sigur, at nú liggur arbeiðið helst stilt, til lendið er ognartikið, men at tað kann taka fleiri mánaðir, so arbeiðið verður neyvan tikið uppaftur,fyrrenn út ímóti sumri.

Øssur Hammer, formaðurin fyri hagastýrið, váttar at hagastýrið hevur steðgað arbeiðnum.

?Landsverkfrøðingurin hevur bjóðað okkum 12.000 krónur fyri 1.000 fermetrar, men tað vilja vit ikki góðtaka, tí teir fara avstað við øllum grótinum til útbyggingr á Tvøroyri, sigur hann.

Mett verður, at eini 10.000 tons av grótið skulu sprongjast burtur.