FERÐKANNING
Fýra ljóstalvur standa við vegin í Sandavági og Miðvági. Tær siga bilførarum, sum fara framvið, hvussu skjótt teir koyra. Avleiðingin hevur longu verið, at ferðin er minkað.
Finnleif Durhuus, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum, sigur, at hesir ferðmátararnir, sum settir eru upp, eru liður í ferðkanningum, Landsvekrfrøðingurin hevur gjørt í vetur.
?Tað hevur víst seg, at ferðin ymsastaðni hevur verið í meira lagi, og roynt verður nú við hesum tólunum at fáa hana lækkaða.
Aðrastaðni, har slíkar talvur eru settar upp, hevur tað víst seg, at meðalferðin er lækkað við fimm til sjey kilometrum um tíman, sigur Finnleif Durhuus. Og júst at fáa fólk at lækka ferðina, er endamálið við hesum tiltakinum, vísir leiðarin á Vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum á.
Ferðgáarnir standa á vognum, sum fluttir verða kring landið, har mett verður, at tørvur er á teimum. Teir hava millum annað verið royndir uttan fyri Kollafjarðartunnilin við góðum úrsliti, sigur Finnleif Durhuus.
Hevur ávirkan
Sandavágur er onnur bygdin í Vágum, har hesir ferðgáarnir standa. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at hóast teir bara hava staðið uppi eitt vikuskifti, eru greiðar ábendingar á, at teir hava ætlaðu ávirkanina. Nevniliga, at bilarnir seta ferðina niður.
?Tað er heilt greitt, at bilarnir høgga bremsurnar í, tá teir knappliga síggja á eini talvu, at teir koyra ov skjótt. Loyvt er at koyra 50 kmt. har gáarnir standa, og tann, sum higartil er máldur at koyra skjótast, var oman fyri 80 kmt., og tá er koyrikortið í álvarsligum vanda, sigur hon.
Rósa Samuelsen sigur annars, at Sandavágs Kommuna hevvur einki við hesar gáarnar at gera. Tað er Landsverkfrøðingurin burturav, sum tekur sær av hesum.
Sandavágs Komuna hevur hinvegin biðið um at fáa ferðforingar í vegin, men hevur ikki fingið tær.
?Fæst hetta at rigga, er tað í lagi sigur Rósa Samuelsen, sum vónar, at gáarnir fara at verða standandi í hvussu er eina tíð.
Ferðgáar
At nevna hesar vognarnar við ljóstalvunum ferðgáar er úrslit av eini uppskotskapping, sum Landsverkfrøðingurin hevur stílað fyri. Tann sum kom við vinnandi hugskotinum, var Hans Kristian Mikkelsen, verður sagt í tíðindaskrivi, sum sent er frá frá Landsverkfrøðinginum.
Navnið er funnið í samstarvi við málfrøðingin Jóan Hendrik Winther Poulsen, og vísir tað til, at her er tól, sum gáar eftir ferðini hjá bilunum, sum koma strúkandi framvið, verður sagt í tíðindakskrivinum.