Íslendingurin Hjálmar Árnason, formaður í Útnorðurráðnum, er sannførdur um, at samferðslan millum tey trý londini í Útnorði, sum eru Føroyar, Grønland og Ísland, kann betrast munandi.
? Málið er at fáa bíligari og betri ferðasamband millum tey trý londini í Útnorði. Hetta kann bert lata seg gera, um politikararnir eru fúsir at taka stór tøk saman við vinnulívinum, so at vit kunnu røkka okkara endamáli, sigur Hjálmar Árnason.
Hann leggur dent á, at tann vanligi marknaðurin ikki loysir teir trupulleikar, sum eru á samferðsluøkinum í Útnorði.
? Saman kunnu vit finna loynir og fremja betringar innan samferðslu í Útnorði, so at vinnulívið eisini kann mennast av hesum, sigur formaðurin.
Hann vísti samstundis á, hvussu torført tað var at hava eitt framkomið samferðslukervi í Útnorði vegna tey landafrøðiligu viðurskiftini. Her búgva 400.000 fólk á einum øki, ið er á stødd við Evropa.
Høgir prísir
Ein tann størsti trupulleikin innan samferðlu í hesum økinum er, at prísirnir eru alt ov høgir. Vanlig fólk hava heilt einfalt ikki ráð at ferðast nógv í Útnorði vegna teir høgu prísirnar. Ein av uppgávunum verður tí at fremja tiltøk, ið kunnu lækka prísirnar á ferðaseðlum.
Tað kemur sjálvandi ikki uppá tað at fara undir eina rutu, ið gevur hall. Flogfeløgini mæltu tí til, at avgjøld á flogvallum og ferðaskattur verða avtikin, so at ávísar rutur verða bíligari at reka, og á tann kann prísurin á ferðaseðlum setast niður. Hetta hevði økt um eftirspurningin og samferðsluna í Útnorði.
Magni Arge frá Atlantic Airways og Jón Karl Ólafsson vóru samdir um, at fleiri møguleikar eru eftir at troyta innan samferðlu, og teir vóru fúsir at kanna hesar møguleikar nærri.
Flogfeløgini vístu á, at eingi fløgfeløg í heiminum hava so lítið fólkagrundarlag at byggja sítt virksemi á. Tí er tað sera torført hjá teimum at fáa tær ymsu ruturnar at bera seg.
Eingir ráðharrar
Føroyski landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Bjarni Djurholm, var til staðar, men tíverri vóru teir avvarðandi ráðharrarnir úr Íslandi og Grønlandi ikki við. Tað hevði givið ráðstevnuni størri tyngd, men hol er nú sett á kjakið um trupulleikarnar við samferðslu í Útnorði.
Formaðurin Hjálmar Árnason hevði seinasta orðið á ráðstevnuni, og hann vildi vera við, at Útnorður skal gera seg meira sjónligt í norðurlendskum høpi. Eitt nú kundu limir úr Norðurlandaráðnum verið bodnir við, so at teir verða kunnaðir um tey hjartamál, sum Útnorðurráðið arbeiðir við.