suðuroyingum hevur verið long nú í langa tíð, men í gjár kundu so 89 suðuroyingar afturat melda seg inn í ALS. Tað er Fiskavirking, sum nú hevur sett hópuppsagnir í verk í Suðuroynni. Talan er um tey 89 [...] saltfiskavirkinum í Vági og at Flakavirkinum í Hvalba. Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur, at sum støðan er nú, er ikki grundarlag fyri at halda fram við virkseminum á flakavirkinum í Hvalba og á [...] saltfiskavirkinum í Vági. Tað var Fiskasølan, sum hevði hesi bæði virkini. Men tá ið Fiskavirking yvirtók Fiskasøluna, yvirtók Fiskavirking samstundis eisini virkini í Hvalba og í Vági. Síðani hevur lítið
verður møguleiki at hoyra Finnur Jensen í Stóra Pakkhúsi í Vági Leygarkvøldið 17. januar spælir Finnur Jensen í Stóra Pakkhúsi í Vági Finnur Jensen er eitt kent andlit í Stóra Pakkhúsi og hava kvøldini við
Í annaðkvøld, 27. september, verður góður countrydansur í Framtíðini í Vági. Tað verður bólkurin Mr. Country sum spælir Teir, sum manna bólkin, eru royndir tónleikarar: Jens Lisberg, Arnbjørn Sivertsen [...] Sivertsen og Georg Eystan á. Tað er rættiliga langt síðani at hesir tríggir stóðu á palli suðuri í Vági, so lagt er upp til eitt rimmar dansikvøld. Atgongumerkið 120 krónur fæst við dyrnar. 20 ára aldursmark.
Tað er í Suðuroynni tað gongur fyri seg í dag. Í Vági er í øllum førum Barna Ol og smáir sjórænarar og indiánarar at síggja Barnagarðurin Eikilund og Frítíðarskúlin skipa í dag fyri barna OL í høllini [...] Eiðinum í Vági. Har fara børnini at sparka uppá mál, at bowla og mangt annað. Foreldur fáa kaffimunn seinnapartin klokkan 14:30. Børnini, sum ganga í dagrøkt hava sjórænara- og indiánaradag og eru í búnum [...] gongur í dag niðan í viðarlundina, har ymiskt er á skránni. Klokkan 16 eru foreldur og onnur vælkomin til sjórænarakøku og indiánaragrill. Og sum tað ikki var nóg mikið, so fer tiltakið Vilt í Suðuroy
Nýggjárshald í Vági er kent í Føroyum sum eitt tað stórfingnasta í landinum, og vóru vágbingar eisini undangongufólk á økinum heilt afturi í sekstiárunum. Nýggjárshaldið í Vági fær alsamt størri áhuga [...] Vágs á nýggjárum, Soleiðis var eisini í ár. Í ár vóru danska Olivia Loftlund og svenski Alexander Boëthius, sum býr í Sveits, í Vági á nýggjárum. Bæði eru áhugaði í mynda- og filmsupptøku og var hetta eisini
skipið Polar Empress kom í vikuni at liggja við bryggjukant í djúphavnini í Vági,og saman við tí rannsóknar- og hjálparskipið Sanco Sky. Polar Empress hevur onga arbeiðsuppgávu í løtuni, og tók av tilboð [...] tilboð frá Vágs Havn um at liggja á Vági, eftir at hava ligið á Sálafjørðinum og í Nólsoyarfirði. Og tey hava sæst aftur hesar dagarnar, ið tey higartil hava ligið á Vági. (Sí mynd). Polar Empress er 112 metrar [...] 13 metrar breitt. Sanco Sky er skrásett í Gibraltar, meðan stóra seismikkskipið Polar Empress er skrásett í Bergen, og telist millum tey stórstu av sínum slag í heiminum.
Dansibandfestivalurin í Vági byrjaði í gjár. Í gjárkvøldið var syng við tiltak, og síðani dansur við Norrøna Dansband. Og Upp á Tá í KVF sendi beinleiðis frá kvøldinum. Í dag hava ymisk tiltøk verið á [...] sær ábit. Meira enn hálvthundrað húsvognar eru vesturi á Eiðinum í Vági, og nógvir festivalgestir hava leigað sær hús ella innivist í Vági. Sera nógv fólk, gott lag og gott veður seta dám á Dansibandfetivalin [...] hugsað verður um luttakaratalið, ið verið hevur hesi seks ella sjey árini, festivalurin hevur verið. Í kvøld fara Sunrise og Hans Jacob og Vinmenn á pallin.
Í dag fyllir Johanna Maria Olsen, nevnd Hanne Mia Olsen, í Vági 100 ár. Í morgun savnaðust børn og vaksin við hús hennara í Vági. Skúlabørn og børn úr dagstovnum, og vaksin eisini, sungu sangin, sum NePtuN [...] NePtuN hevði gjørt og næmingar í skúlanum í Vági hava vant. Sangurin varð eisini býttur út millum tey, ið vóru komin saman, so øll mannamúgvan sang so lystiliga sangin, ið gekk til lagið um Kamferkistuna [...] Happy Birthday og Om Lidt er Kaffen Klar. Hanne Mia er birg og kom í hurðina at heilsa mannamúgvuni Fríggjadag seinnapart verður hátíðarhald í VB húsinum, har løgmaður og onnur eisini taka lut og fólk kunnu
ofta høgan aldur í Vági. Grindabátarnir eru søguligir og sluppin Johanna talar fyri seg. Fleiri av kappróðrarbátunum í Vági eru eisini gamlir, men eru til enn og Tofta Regin verður 70 ár í summar. Men nýggir [...] leggjast til og í næstum verður aftur nýggjur bátur á fjørðinum. Tá verður tað ein nýggj Royndin Fríða, ið fer um bylgjuna bláu. Fleiri kappróðrarbátar við navninum Royndin Fríða hava verið í Vági og hendan [...] hendan komandi er nummar 4 ella 5 í røðini. Royndin Fríða, sum nú fer í søguna, er bygd í sjeytiárunum. Sámal Hansen, bátasmiður við drúgvum royndum við kappróðrarbátum, hevur smíðað nýggju Royndina Fríðu til
Smátturnar í Vági, sum liggja í sera hugnaligum umhvørvi við Laksá og lundina / parkina á Sandinum í Vági, eru nú tiknar í nýtslu. Tær10 smátturnar standa nú allar uppi, og farið er undir at gera tær báðar [...] nýggj songjapláss komin til ferðavinnuna í Vági og Suðuroynni. Tvey kømur eru við 2 sengrum í hvørjum kamari. Á hemsini eru eisini 2 sengur. Køk og stova er í einum og so er wc og bað. Smátturnar hava