Tað er í Suðuroynni tað gongur fyri seg í dag. Í Vági er í øllum førum Barna Ol og smáir sjórænarar og indiánarar at síggja Barnagarðurin Eikilund og Frítíðarskúlin skipa í dag fyri barna OL í høllini vesturi á Eiðinum í Vági. Har fara børnini at sparka uppá mál, at bowla og mangt annað. Foreldur fáa kaffimunn seinnapartin klokkan 14:30.
Børnini, sum ganga í dagrøkt hava sjórænara- og indiánaradag og eru í búnum og leiðin gongur í dag niðan í viðarlundina, har ymiskt er á skránni. Klokkan 16 eru foreldur og onnur vælkomin til sjórænarakøku og indiánaragrill.
Og sum tað ikki var nóg mikið, so fer tiltakið Vilt í Suðuroy eisini av bakkastokki seinni í dag í Vági.