Hópuppsagnir í Suðuroy

Fiskavirking hevur nú sagt øllum teimum tímaløntu starvsfólkunum í Hvalba og í Vági, úr starvi

Hópuppsagnir

Nú hava 89 suðuroyingar afturat mist arbeiðið.
Røðin av arbeiðsleysum suðuroyingum hevur verið long nú í langa tíð, men í gjár kundu so 89 suðuroyingar afturat melda seg inn í ALS.
Tað er Fiskavirking, sum nú hevur sett hópuppsagnir í verk í Suðuroynni.
Talan er um tey 89 tímaløntu arbeiðsfólkini, sum hava verið knýtt at saltfiskavirkinum í Vági og at Flakavirkinum í Hvalba.
Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur, at sum støðan er nú, er ikki grundarlag fyri at halda fram við virkseminum á flakavirkinum í Hvalba og á saltfiskavirkinum í Vági.
Tað var Fiskasølan, sum hevði hesi bæði virkini.
Men tá ið Fiskavirking yvirtók Fiskasøluna, yvirtók Fiskavirking samstundis eisini virkini í Hvalba og í Vági.
Síðani hevur lítið og onki virksemi verið á teimum báðum virkjunum.
Og í gjár varð so endaliga greitt, at tað er ógvuliga ivingarsamt, hvussu verður við virkseminum framyvir, tí nú eru øll tey 89 tímaløntu fólkini, sum vórðu knýtt at teimum báðum virkjunum, uppsøgd.
Tilsamans arbeiddu eini 40 fólk á hvørjum virki tað seinastu tíðina, tey vóru opin.
Sigast kann kortini, at uppsagnirnar koma ikki heilt óvart á. Tey flestu hava mett, at talan bara hevur verið ein spurningur um tíð, tí síðani Fiskavirking yvirtók virkini, hevur at kalla ikki ein stertur verið keyptur til virkini at virka.
Og tey føldu seg ikki tryggari, hóast nevndarformaðurin í Fiskavirkin stutt eftir yvirtøkuna, váttaði, at hann kendi ikki nakað til nakrar ætlanir um at stongja flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági.

Fleiri milliónir í halli
Meinhard Jacobsen sigur, at felagið, sum hevur rikið bæði flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági, hevur havt fleiri milliónir í halli.
Fiskasølan, sum rak tey bæði virkini, hevur annars váttað, at virkini gingu illa, men uppundir ársskiftið var farið at síggja frægari út og at virkini góvu avlop í seinastuni og at vónirnar fyri framtíðini vóru frægari.
Men hesum vísir Meinhard Jacobsen aftur
? Virkini góvu stórt hall, sigur hann.
Hann fær tó ikki sagt akkurát, hvussu stórt hallið var. Men tað var meiri enn bæði ein, tvær og tríggjar milliónir, sigur hann.
Og hann leggur afturat, at hann hevur ongi tøl, sum vísa, at vend var við at koma í gongdina.
? Vit kunnu ikki halda fram við virksemi, sum gevur hall, leggur hann afturat. Og í løtuni er sostatt tíverri ikki grundarlag fyri at halda fram við arbeiðnum og tí varð neyðugt at siga fólkunum upp, so at tey ikki skulu hanga í leysari luft.
Tað er eitt rakstrarfelag í Hvalba, sum hevur staðið fyri at reka flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vàgi, sum leigaði seg inn í húsið hjá Palm Seafood.
Hinvegin er tað eitt ognarfelag í Hvalba, sum Hvalbingar eiga tað mesta av, sum eigur sjálvan flakavirkisbygningin.
Stjórin í Fiskavirking sigur, at tey nú fara tey at umhugsa møguleikarnar fyri virkjunum í Hvalba og í Vági.
? Vit kanna møguleikarnar fyri framhaldandi rakstri, men hvørjir møguleikar eru, veit hann ikki.
Men hann nevnir eisini møguleikan fyri, at onkur annar leigar seg inn í bygningin í Hvalba og í Vági og, sum hættar sær undir at reka tey víðari.
Hann bíðar eisini eftir, um tann nógv umrøddi fiskapakkin, sum landsstýrið arbeiðir við, fer at gera mun, so at meiri fiskur kann koma upp á land í Føroyum.
? Hvørjir møguleikar kunnu stinga seg upp, vita vit ikki, men vit kanna allar møguleikar. Og stingur ein møguleiki upp, eru vit til reiðar at taka arbeiðið uppaftur frá degi til dags, sigur stjórin í Fiskavirking.
Men, hvat hendir við tó stóra flakavirkinum hjá Fiskavirkin í Vági, veit Meinhard Jaocbsen onki um enn og tað hevur hann ongar viðmerkingar til í løtuni.