Í annaðkvøld, 27. september, verður góður countrydansur í Framtíðini í Vági. Tað verður bólkurin Mr. Country sum spælir
Teir, sum manna bólkin, eru royndir tónleikarar: Jens Lisberg, Arnbjørn Sivertsen og Georg Eystan á.
Tað er rættiliga langt síðani at hesir tríggir stóðu á palli suðuri í Vági, so lagt er upp til eitt rimmar dansikvøld.
Atgongumerkið 120 krónur fæst við dyrnar. 20 ára aldursmark.
Tað er stuðilsfelagið hjá VB/Sumba sum skipar fyri.









