Nýggjárshald í Vági er kent í Føroyum sum eitt tað stórfingnasta í landinum, og vóru vágbingar eisini undangongufólk á økinum heilt afturi í sekstiárunum.
Nýggjárshaldið í Vági fær alsamt størri áhuga uttanlands og er tað vorðið alsamt meiri vanligt, at útlendsk ferðafólk kom til Vágs á nýggjárum, Soleiðis var eisini í ár.
Í ár vóru danska Olivia Loftlund og svenski Alexander Boëthius, sum býr í Sveits, í Vági á nýggjárum. Bæði eru áhugaði í mynda- og filmsupptøku og var hetta eisini ein av orsøkunum til, at tey valdu at koma til Føroya og til Vágs á nýggjárum.
Søga teitta sæst her: http://nyggjar.com/2016/01/12/til-vags-at-uppliva-nyggjarshaldid-i-vagi/