Í hesum sambandi verður opið hús í VB-húsinum frá kl. 15-19, har øll eru vælkomin at heilsa uppá Hannemiu og fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
Fyrrapartin, kl. 10.30, skipar Vágs kommuna fyri at smábørn frá barnaansingini og skúlabørn syngja og spæla fyri føðingardagsbarninum.
Sjálvt um hoyrn og sjón eru nakað viknað, so er Hannemia uppi hvønn dag. Hon er bæði andsfrísk og klár og minnist væl.
Foreldrini hjá Hannemiu vóru: Karin Dahl og Petur Muller, havnarfúti í Vági. Hannemia var trielst av 10 systkjum. Hini systkini vóru: Jens Chr.(skraddarin), Petur Emil, Jacob, Thorbjørn, Erling, Johannes, Mortan, Elsa og Karin.
Karin, mamma Hannemiu doyði, tá ið Hannemia var 13 ára gomul. Tá mátti Hannemia taka hús og heim upp á seg, eitt tungt tak fyri eina so unga gentu. Hon mátti t.d. sjálv stíla fyri sínari egnu konfirmatión, tí eingin var mamman sum sagt, men onkur góð hond hjálpti eisini til.
Á ungum árum fór Hannemia til Danmarkar. Tann, sum hjálpti henni, var Bangslev lækni í Vági. Hannemia var í húsplássi hjá honum í tvey ár, og tá ið læknin fór niður, fekk hann Hannemiu lærupláss á Husassistenternes Fagskole, sum var í Keypmannahavn. Tá ið skúlin var liðugur, fór hon sum húshjálp í eitt ár á lítlu oynna Enehøje, sum liggur í Nakskovfirði, hjá tí heimskenda polarfararanum og rithøvundinum Peter Freuchen. Har dámdi henni sera væl.
Eftir hetta var hon í tveimum øðrum húsplássum á Lollandi, áðrenn hon fór heim aftur til Føroyar.
Hannemia var ongantíð uttanlands eftir hetta, men livdi sítt stillføra lív heima í Vági. Hon giftist við Sámali Olsen úr grannahúsunum og tey settu búgv í Toftalíð. Saman fingu tey sonin Kára, sum doyði 8 ára gamal av sjúku.
Hannemia hevur verið ein góð húsmóður, sum hevur livað sítt friðarliga og stillføra lív í Toftalíð. Hvønn góðveðursdag sást tú hana í havanum, har hon fjálgaði um blómur og runnar. Hetta gleddi hana almikið.
Enn er Hannemia uppi hvønn dag. Hon hevur ongantíð búð á ellisheimi, men býr í sínum egnu húsum, sum Sámal Pauli nú eigur. Dótturin Lydia, sum Hannemia og Sámal tóku til fostur, býr í Danmark, og hon eigur trý børn. Av teimum er Sámal Pauli elstur, eisini uppfostraður hjá Hannemiu og Sámali. Sámal Pauli er giftur við Áslu, dóttir Heidi og Mikkjal Djurhuus í Vági, og eiga tey tvey børn. Heidi og Sámal Pauli hava passað Hannemiu nú á ellisárum.
Hannemia og Sámal vóru góð við børn, so umframt Lydiu og Sámal Paula, sum eru úr slektini hjá Hannemiu úr Porkeri, búði eisini systursonur Sámal, Óla Jákup av Tvøroyri, í nógv ár hjá teimum.
Ikki kann sigast annað enn at hóast Hannemia og Sámal ikki fingu fleiri børn enn Kára, vórðu tey ríkaði við børnum í heiminum.










