Nýggj Royndin Fríða

Tað er við at vera síðsta útkall hjá róðrarbátinum Royndini Fríðu, tí fyrsta dagin fáa vágbingar nýggjan bát, ið skal bera navnið Royndin Fríða

Bátar og kappróðarbátar ? og kanska eisini størri før ? røkka ofta høgan aldur í Vági. Grindabátarnir eru søguligir og sluppin Johanna talar fyri seg.
                      Fleiri av kappróðrarbátunum í Vági eru eisini gamlir, men eru til enn og Tofta Regin verður 70 ár í summar. Men nýggir bátar leggjast til og í næstum verður aftur nýggjur bátur á fjørðinum.
                      Tá  verður tað ein nýggj Royndin Fríða, ið fer um bylgjuna bláu. Fleiri kappróðrarbátar við navninum Royndin Fríða hava verið í Vági og hendan komandi er nummar 4 ella 5 í røðini. Royndin Fríða, sum nú fer í søguna, er bygd í sjeytiárunum. Sámal Hansen, bátasmiður við drúgvum royndum við kappróðrarbátum, hevur smíðað nýggju Royndina Fríðu til Vágs Kappróðrarfelag.