Dansibandfestivalurin; Nógv fólk og gott veður

Dansibandfestivalurin í Vági byrjaði í gjár.

Í gjárkvøldið var syng við tiltak, og síðani dansur við Norrøna Dansband. Og Upp á Tá í KVF sendi beinleiðis frá kvøldinum.

Í dag hava ymisk tiltøk verið á skránni, millum annað morgunmatur, har útvið 500 fólk vóru og fingu sær ábit.

Meira enn hálvthundrað húsvognar eru vesturi á Eiðinum í Vági, og nógvir festivalgestir hava leigað sær hús ella innivist í Vági.

Sera nógv fólk, gott lag og gott veður seta dám á Dansibandfetivalin hesaferð, og er hann hesaferð tann størsti, tá hugsað verður um luttakaratalið, ið verið hevur hesi seks ella sjey árini, festivalurin hevur verið.

Í kvøld fara Sunrise og Hans Jacob og Vinmenn á pallin.