Fylla væl á Vágsfirði

Seismikkskipið og hjálparskipið, sum í vikuni komu á Vágsfjørð, fylla væl í bygdamyndini.

Stóra seismikk skipið Polar Empress kom í vikuni at liggja við bryggjukant í djúphavnini í Vági,og saman við tí rannsóknar- og hjálparskipið Sanco Sky.

 

Polar Empress hevur onga arbeiðsuppgávu í løtuni, og tók av tilboð frá Vágs Havn um at liggja á Vági, eftir at hava ligið á Sálafjørðinum og í Nólsoyarfirði.

 

Og tey hava sæst aftur hesar dagarnar, ið tey higartil hava ligið á Vági. (Sí mynd).

 

Polar Empress er 112 metrar langt og 21 metrar breitt, og Sanco Sky er 73 metrar langt og 13 metrar breitt.

 

 

Sanco Sky er skrásett í Gibraltar, meðan stóra seismikkskipið Polar Empress er skrásett í  Bergen, og telist millum tey stórstu av sínum slag í heiminum.