skriva seg inn á kamar. Klokkan 18:00 verður vikan sett og fyrsta máltíðin er á skránni. Hvønn morgun verða gestirnir vigaðir. Grøna vikan verður eftir uppskriftini hjá Tórhardu. Sjálv tapti hon seg 40 kilo [...] februar verður skipað fyri grønari viku á Hotel Føroyum. Tað er hotellið og Tórharda Bláhamar, ið skipa fyri og í hesum sambandi varð skipað fyri tíðindafundi í gjár, har fjølmiðlafólk sluppu at royna grønu [...] ið vóru at síggja í bløðunum tá. Debtur verður lagdur á soltnan kost og gestirnir sleppa at røra seg, tí skipað verður fyri túrum. Tí er best at hava góð klæði og gangiskógvar við. Um kvøldarnar sleppa
tilboð til eldri, barnaansing o.sfr. Men hann helt, at kommunuálitið var í stríð við hesa meginreglu. Skipa landið í økisráð Hann reisti tí spurningin, um tað er nakar møguleiki at finna ein kommunubygnað, [...] mæla til, at vit varðveita tær kommunur sum eru. ? Men í hvørjum øki. t.d. í Suðuroynni skulu vit so skipa eitt økisráð. ? Økisráðið skal verða eitt ráð av suðuroyingum. ? Tað kann antin verða valt beinleiðis [...] umsitingin verður. ? Bara hon kemur til oynna. Tó helt hann ikki, at tað eru allar uppgávur, sum egna seg at leggja út í økini at umsita. T.d. helt hann, at undirvísingin í fólkaskúlanum má vera eins um alt
ov langa tíð hjá teimum bláu at skipa verjuna aftur, millum annað tí fleiri av leikarunum vóru alt ov seinir aftur. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom Neistin tó fyri seg, og fingu seinastu tveir minuttirnar [...] hevði venjarin hjá hoyvíkingum, Hans Guðmundsson, valt at geva Jens møguleikan aftur, og tað vísti seg at verða ein gløgg avgerð, tí tað var Jens, sum vann dystin fyri hoyvíkingar. Neistaliðið óskipað Tað [...] hoyvíkingar við í dystin, og teir komu upp á javnleik løtu seinni, og síðani fóru teir frammum og løgdu seg á odda 7-4, áðrenn Neistin fekk svarað eitt sindur aftur. Tað, sum ein serliga legði til merkis hesa
innan føroyska myndlist farnu tíggju árini. - Tað hava serliga verið menninir, ið hava gjørt vart við seg, men nú er gongdin við at venda og kvinnurnar eru vorðnar meiri sjónligar. Á stóru framsýningini hjá [...] serliga kvinnurnar, sum vórðu róstar og fingu góð ummæli. Og tað er stuttligt. Myndlistin hevur flutt seg eitt sindur, onnur tøkni verður brúkt og kvinnurnar tora betur, sigur Astri Luihn. Í august verða Føroyar [...] listamaður, verður formaður. - Sum vertsland fara vit at gera stórar norðurlendskar framsýningar og skipa fyri fundum fyri myndlistafólkum, sigur Astri Luihn, sum sjálv hevur framsýning í Norðurlandahúsinum
og hasa hugsanina kann ein identifisera seg við, tí tað er ikki longur síðani enn 1991, at Fólkaflokurin og Javnaðarflokkurin vóru í samgongu og samdir um at skipa samfelagið innan karmarnar á sjálvstýrislóg [...] farin eitt stig víðari, frá samveldishugsanini, sum var saman við Javnaðarflokkinum í 1991, og vil skipa fullveldi, sigur Bjarni Djurholm. - Munurin á samveldi og fullveldi er, at við samveldissáttmála er [...] nakað, sum vit kenna í dag, sigur Bjarni Djurholm. - Fólkaflokkurin hevur langtsíðani gjørt upp við seg sjálvan, at taka vit stig á fullveldiskós, so skal samfelagið broytast eftir nýggju fortreytunum og
Eirikur Lindenskov ? Eg skilji ikki framferðarháttin hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, tá tað snýr seg um tilboðið um at byggja nýtt vaktar- og bjargingarskip í Kina. Hetta sigur Álvur Mortensen á skip [...] sigur Álvur Mortensen, sum ikki hevur frætt um hendan prísin ? men er greiður um, at hetta eisini snýr seg um nógvar pengar. Álvur Mortensen undrast stórliga á hesa løgnu mannagongd. ? Júst nevnda byggitilfar [...] munandi um kostnaðin. Álvur Mortensen heldur tí, at Vaktar- og Bjargingartænastan als ikki hevur sett seg nóg væl inn í viðurskiftini, tá teir kunnu finna upp á at koma við einum slíkum órímiligum og óneyðugum
Rættuligt lív er komið í gamla felagið uttast á arminum, og bæði 1. mans- og kvinnulið hava spælt seg í steypafinaluna, so tað er ikki so løgið, at tey hava fingið hondbólt á heilan. Bæði liðini liggja [...] var eisini trupult hjá H71 at fóta sær. Verjan hjá strandingum stóð manniliga og var ótrúliga væl skipa. Teir bardust sum úlvar á skóg, og tað gjørdi sítt til, at hoyvíkingar ikki komu til fatið, so at [...] ógvusligt hóast alt. Góð verja og effektivt álop Sum sagt, so var tað sera trupult hjá H71 at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá strandingum. Miðverjan stóð sera væl og gjørdi tað meiri enn trupult hjá hoyvíkingum
meira búnir. Fyrsti mánaðurin var »bedrøviligur«. Spælararnir tordu ikki at offra seg nóg nógv, men nú tora teir at blaka seg eftir bóltunum o.s.fr. Eg haldi eisini, at vit í Stjørnuni við okkara kontraspæli [...] sum í skrivandi løtu liggur á øðrum plássi í landskappingini, og sum hevur møguleika fyri at spæla seg í finaluna í steypakappingini. Fyri nøkrum árum síðani var Stjørnan eisini millum tey frægastu kvinnuliðini [...] seinasta umfari millum kvinnurnar hjá Kyndli og StÍF, og í ár eru Stjørnan og VÍF eisini farin at blanda seg millum tey ovastu liðini. Tilsamans fimm lið kunnu taka stig frá hvørjumøðrum, og hini bæði liðini
møguleika at læra at leika violin, líka sum tey læra seg sítt móðurmál. Hetta er hugsanin aftanfyri; øll læra móðurmálið, øll eiga eisini at kunna læra seg at leika fiól eftir somu treytum. Suzuki fór síðani [...] hvønn tíma og skulu duga og eisini skriva sær niður tað, ið lærarin sigur, so tey vita, hvat tað snýr seg um. Tá børnin eru komin nakað ávegis, so byrja tey at læra nótar, men framvegis verður lurtað og spælt [...] hevur nýtt suzuki háttin alla tíðina, síðani hann byrjaði. Ikki fyrr enn nú, ið hann hevur útbúgvið seg á økinum, hevur hann veruliga fingið innlit, hóast hann alla tíðina hevur kent háttin og nýtt nakað
lands, og hevur við grundlóg og skipan av samríkjalóg at gera. Altjóða rættarviðurskiftini snúgva seg um skipan av rættarviðurskiftum millum lond, og er í innhaldi bert fyri lond við fullveldi. ? Í dag [...] kongahús, eitt nú Commonwealth londini, sum hava bretska kongahúsið felags. ? Tað ber tí væl til at skipa fullveldi í Føroyum, og samstundis hava felags kongahús við danir. Íslendska fyrimyndin Gera vit hinvegin