Fleiri serfrøðingar viljta í næstum

? Enn hevur sáttmálanevndin ikki gjørt endaliga avtalur við teir serfrøðingar, sum skulu ráðgeva nevndini. Sigmundur Isfeld, skrivari væntar, at brúk verður fyri eini fimm - seks løgfrøðiligum ráðgevum, sum eru serkønir innan altjóða rætt og ríkisrætt

Dagny Joensen

Jens Kr. Vang


Sáttmálanevndin telur 10 limir, og hevur til uppgávu at greina út støðið undir einum tvílandasáttmála millum Danmark og Føroya.

Nevndin skal leita upplýsingar fram og gera tilfar, sum verður partur av hvítbókini, ið verður handað landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum 10. juni í ár.

Í vikuni hevur íslendskur serfrøðingur vitjað, og hóast eingin avtala er gjørd enn, so væntar Sigmund Isfeld, at hann kemur aftur at ráðgeva nevndini einaferð seinni.

Serfrøðingarnir koma frá ymsum londum, og eru serkønir á hvør sínum øki, eitt nú løgfrøði, altjóða rætti og ríkisrætti.

Ríkisrættarligu viðurskftini eru galdandi innan lands, og hevur við grundlóg og skipan av samríkjalóg at gera.

Altjóða rættarviðurskiftini snúgva seg um skipan av rættarviðurskiftum millum lond, og er í innhaldi bert fyri lond við fullveldi.

? Í dag eru Føroyar ikki altjóða rættarligur partur. Tað verður fyrst galdandi, tá fullveldi er stovnað, og føroyingar kunnu gera sáttmálar við onnur lond, sigur Sigmund Isfeld.

Um vitjanina av íslendska serfrøðinginum, sigur Sigmund Isfeld, at hann er serliga væl inni í søgu Íslands og prosessini, víðvíkjandi menningini í sjálvstýrinum, bæði áðrenn og aftaná 1918, sigur.


Forseta ella felags kongahús

? Skulu føroyingar hava forseta, um fullveldi verður stovnað?

? Tað stendur í samgonguskjalinum at Danmark og Føroyar skulu hava felags kongahús. Spurningurin um forseta er reint politiskur, og verður sum er ikki tikin fram.

Nógv dømi eru um lond við fullveldi og felags kongahús, eitt nú Commonwealth londini, sum hava bretska kongahúsið felags.

? Tað ber tí væl til at skipa fullveldi í Føroyum, og samstundis hava felags kongahús við danir.


Íslendska fyrimyndin

Gera vit hinvegin sáttmála við danir um felags kongahús eftir íslendsku fyrimyndini í 1918, kann hann í veruleikanum halda fram í óavmarkaða tíð, ella eisini verða fyri ávíst tíðarskeið t.d.. 20 ár.

Íslendingar valdu at hava felags kongahús við danir í 25 ár, og stovnaðu síðani lýðveldi, og valdu forseta.

Velja vit hesa skipanina, skal ein stovnur verða yvir Landsstýri og Løgtinginum. Tá er mest sannlíkt, at føroyingar velja forsetaloysnina, sigur Sigmundur Isfeld