Fyri góðari viku síðani kom faldari í hvørt hús, har Javnaðarflokkurin greiðir frá sínum sjónarmiðum á sjálvstýrisleið. Flokkurin ásannar, at tíðin er farin frá heimastýrislógini og at nýggj skipan má koma ístaðin. Og her metir flokkurin sjálvstýrislóg og samveldissáttmála hóska at seta ístaðin. Vit hava vent okkum til Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum, fyri at vita, hvat hann heldur um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum.
-Javnaðarflokkurin tosar í faldaranum um eitt samhaldsfast samfelag. Tí taki eg ikki undir við, tí tað lesi eg sum eitt socialistiskt samfelag og tað er ikki í tráð við mína politisku sannføring, sigur Bjarni Djurholm og leggur afturat, at í samgonguskjalinum er málið, sum samgongan vil, eitt samfelag, ið byggir á liberalu viðrini, ikki eitt socialistiskt samfelag.
- Annars haldi eg, at hetta er ein spurningur um samveldi hjá Javnaðarflokkinum, og hasa hugsanina kann ein identifisera seg við, tí tað er ikki longur síðani enn 1991, at Fólkaflokurin og Javnaðarflokkurin vóru í samgongu og samdir um at skipa samfelagið innan karmarnar á sjálvstýrislóg, so hatta er ikki fremmant fyri okkum, men tað er ikki tað, sum vit nú í samgonguni hava sett okkum fyri, sigur Bjarni Djurholm.
Fólkaflokkurin vil fullveldi
Bjarni Djurholm minnir á faldaran, ið Fólkaflokkurin sendi í hvørt hús fyri ári síðani, ella so.
- Har skutu vit upp at gera nýggjan sáttmála við Danmark, ið bygdi á samríkjalóg. Henda samríkjalóg er tað, sum eisini verður rópt fullveldi. Sum samgonguskjali sær út um ríkisrættarligu viðurskiftini, so er tann parturin beinleiðis endurgivin úr faldaranum hjá Fólkaflokkinum, so ein kann siga, at flokkurin er farin eitt stig víðari, frá samveldishugsanini, sum var saman við Javnaðarflokkinum í 1991, og vil skipa fullveldi, sigur Bjarni Djurholm.
- Munurin á samveldi og fullveldi er, at við samveldissáttmála er ein í ríkisfelagsskapi og við fullveldissáttmála er ein í, uttanfyri ríksfelagsskapin. Tvey lond gera ein sáttmála. Og her liggur skilnaðurin millum okkum og Javnaðarflokkin, sigur Bjarni Djurholm.
Avleiðingar og sparingar
At ein og hvør avger, lítil ella stór, fær avleiðingar, er Bjarni Djurholm sannførdur um
- Avleiðingarnar av tí sum Fólkaflokkurin hevur sett sær fyri, og sum stendur í samgonguskjalinum um fullveldi, er at Føroyar búskaparliga mugu lagast til tær fortreytir, sum náttúrliga eru ein fylgja av fullveldinum. Vit vita, at danir ikki fara at veita okkum, einum fullveldi, nakað, sum vit kenna í dag, sigur Bjarni Djurholm.
- Fólkaflokkurin hevur langtsíðani gjørt upp við seg sjálvan, at taka vit stig á fullveldiskós, so skal samfelagið broytast eftir nýggju fortreytunum og er fyrsta beinleiðis avleiðingin, at almenni sektorurin skal lagast til veruligu inntøkumøguleikarnar, leysir av donskum stuðli, sigur Bjarni Djurholm, sum sigur at hetta merkir, at sambært metingum, sum teir eru komnir fram til, at skerjingar skulu fremjast uppá einar 100 til 200 milliónir árliga tey næsti árini.
Bjarni Djurholm sigur, at alternativið er, at kostnaðarstøðið lækkar, soleiðis, at lønarlagið lækkar, samstundis sum skatturin lækkar.
Samanfall
- Hetta er okkara grundarlag undir fullveldi,tí vit meta uttan búskaparligt frælsi, er eingin meining í at práta um politiskt fælsi. Og her kann at samanfall millum tað Javnaðarflokkurin sigur og tað vit siga.
- Meinar Javnaðarflokkurin tað teir iga um at taka búskaparliga ábyrgd av landinum, so er tað gott, um ikki, so er tað meiningsleyst, sigur Bjarni Djurholm, sum minnir á prísin, ið eru sparingar.
Hann metir, at spurningurin er, um hetta verður gjørt innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Í samveldi ella fullveldi. Og har kemur ploitiska støðan inn í myndina, heldur Bjarni Djurholm, ið heldur rættast er fullveldi.
Bjarni Djurholm metir uppskotið um fullveldi at liggja ímillum tað, ið Tjóðveldisflokkurin vi, loysing, og uppskot Javnaðarfloksins um samveldissáttmála og sjálvstýrislóg.
Tað er ymiskt, ið ein kann fylgja við í viðvíkjandi hugsanum Javnaðarfloksins. Hetta er jú iki nýtt fyri okkum, vit vóru jú í samgngu í 1991. Tá var ein bara greiður yvir, at einki stig kundi takast, fyrr enn stýrisskipanarviðurskiftini í Føroyum vóru fingin á pláss og valdi tá nevnd at fáa hetta avgreitt og síðani er nýggja stýrisskipan komin og virka vit eftir henni nú, sigur Bjarni Djurholm.
- Tí kann ein siga, at stigið varð tikið í 1991. So kann ein kjakast um, hvørt ein skal vera innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagssakapin, men tað vit siga, at neyðugt er at ein vil og torir og er førur fyri at taka neyðugu stigini til búskapaliga partin, sigur Bjarni Djurholm.
Skerja á almmanøkinum
Men almennu stovnarnir eru ikki júst minkaðir í síðtu tíðina?
- Nei, heldur hinvegin, men tá tíðirnar gerast betri, so upplivir ein ofta, at trýstið á t.d. almenstovnarnar gerst størri og tí kann ein siga, at tað skulu breiðir herðar til at bera góðar tíðir og til at taka takið at skerja almenna sektorin, men skal ein hugsa sær fullveldi við skerdum almennum sektori, so er neyðugt at minnast til, at góðu tíðirnar við góðum fiskiskapi og prísum, hetta hava vit onga ávirkan á. Tað kann ganga hinvegin um 1- ella 2 ár. Og megna vit ikki at halda aftur og leggja til síðis í góðum tíðum, so kann verða soltið, tá skerjast skal í verri tíðum, heldur Bjarni Djurholm.
Javnaðarflokkurin skerja á almanaøkinum?
Hann metir myndina at vera sera einfalda, tí verður fullveldi, so fylgja veitingar úr Danmark ikki við og tí skal sparast. Okkurt skal í staðin og har er talan umbetri kappingarføri og tillagingar á skattatrýsti og lønarviðurskiftum.
- Tíðin vil vísa hetta. Vil javnaðarflokkurin hetta? Tað ivist eg í, men tað er út frá politiskum sjónarhorni. Eg trúgvi ikki, at Javnaðarflokkurin ynskir t skerja á almmanøkinum, men lat okkum hugsa okkum, at vit vóru samd um hetta, so høvdu vit verið komin langt, uttan mun til, um tað kallaðist samveldi ella fullveldi, sigur Bjarni Djurholm, sum minnir á, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fyri 8 árum síðani vóru samdir um at gera ymiskt, men tað støðgaði, tí stýriskipanarviðurskifti máttu fáast á pláss.
- Síðani hava it ikki verið í samgongu og hava ikki havt møguleika at gjørt nakað, men nú er politiska støðan ein onnur. Vit eru í samgongu við Tjóðveldisflokkinum, sum einki hevði ímóti at framja okkara stevnu um ein samríkjasáttmála, fullveldi, sigur Bjarni Djurholm, sum metir, at Fólkaflokkurin hevur fingið sínar karmar um viðurskiftini viðvíkjandi ríkisrættarstøðu Føroya í samgonguskjalið.