Eirikur Lindenskov
? Eg skilji ikki framferðarháttin hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, tá tað snýr seg um tilboðið um at byggja nýtt vaktar- og bjargingarskip í Kina.
Hetta sigur Álvur Mortensen á skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum, sum alment er komin fram við sínum viðmerkingum, eftir at onkur hevur lopið út í orð, at tilboðið úr Kina ikki er seriøst
Álvur Mortensen sigur við Sosialin, at Vaktar- og Bjargingartænastan sjálv hevur bryggjað byggiprísin í Kina.
? Eg kann nevna fleiri dømi um, at Vaktar- og Bjargingartænastan sjálv hevur megnað at hækka prísin at byggja skipið í Kina til okkurt um 88 milliónir krónur í tilmælinum til landsstýrið, sigur Álvur Mortensen.
Hann sigur, at Vaktar- og Bjargingartænastan hevur biðið um tilboð frá einum føroyskum virki um ávíst byggitilfar og síðan roknað tað inn í byggiprísin.
Tilfarslisti á føroyskum
Við brotið úr tilfarslistanum, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur sent til Kina ? á føroyskum máli ? nevnir Álvur Mortensen:
Tilfar til brúnna: Garnering, loft dúrk, tilfar til tilseting uttan um rútar v. m.
Tilfar til officerdekk: Garnering, loft, dúrk, hurðar, flisar til dúrk, venyl gólvbelegning, teppibelegning, stólar, kontórstólar, sofastóla og sofur v. m.
Tilfar til forcastledekk: Garneringar, loft, hurðar, flisar, teppi til gólv, venyl gólvbelegnin, stólar, sofastólar og sofur, gardinur, koyggjuklæði, madrassur v. m.
Tilfar til høvuðsdekkið: Garnering, loft, hurðar, plátur til proviant køli- og frystirúm, hillar til køli- og frystiproviantrúm, hillar til skáp, vatnfastar plátur til dúrk, isolering undir dúrk, venylbelegning til dúrk, flisar til dúrk, teppi tl dúrk, frysti- og kølihurðar, stólar, sofastólar sofur, gardinur, madrassur, koyggjuklæði, borð og skáp til gallu v. m.
Tilfar til tweendekk: Garnering, Rockwool, loft, flisar til dúrkt, venyl dúrk, tilfar til sauna, stólar, sofastólar og sofur, gardinir, koyggjuklæði v. m.
Álvur Mortensen sigur, at tilfarsprísurin, sum Vaktar- og Bjargingartænastan sjálv hevur fingið sær til vega frá einum føroyskum virki, tilsamans er 6,5 milliónur við levering í Føroyum ? íroknað 1.760.000 bara fyri møblar úr Føroyum, sum síðani skulu sendast til Kina.
Eisini sigur hann, at Vaktar- og Bjargingartænastan hevur upplýst, at føroyskt eftirlit viðvíkjandi montering av møblum v. m afturat hesum er mett at kosta 350.000 krónur.
Stór framleiðslu-
vøra í Kina
?Hetta kostar tilsamans 6.850.000 krónur, sum Vaktar- og Bjargingartænastan sjálv hevur arbeitt inn í prísin frá Kina fyri byggitilfar latið úr Føroyum, sigur Álvur Mortensen.
? Afturat hesum kemur so flutningskostnaður av byggitilfarinum úr Føroyum til Kina ? sum eisini skal leggjast oman á prísin, sigur Álvur Mortensen, sum ikki hevur frætt um hendan prísin ? men er greiður um, at hetta eisini snýr seg um nógvar pengar.
Álvur Mortensen undrast stórliga á hesa løgnu mannagongd.
? Júst nevnda byggitilfar er ein stór framleiðsluvøra í Kina í sambandi við teirra altjóða skipabyggiídnað, og verður ein hópur av hesum tilfari flutt út til Evropa og um heimin allan, sigur hann.
Hann sigur víðari, at byggitilfarið í Kina er á sera høgum støði, og at kinverjar eru tiltiknir fyri at gera eitt vala arbeiði - bæði innan og uttan á skipum.
? Sum dømi kann nevnast einaferð enn, at A. P. Møller og aðrir, ið hava hava bygt fleiri skip í Kina, eru so væl nøgdir, at hesir í løtuni byggja fleiri skip afturat har.
Eingin annar megnar at vera so bíligur?
Álvur Mortensen sigur, at skipasmiðjan hevur íroknað allan kostnað í tilboðið, sum er upp á 11,3 milliónir dollarar ? sum svarar til einar 72,5 milliónir krónur
? Tað vildi tí verið nátúrligt, at skipasmiðjan í Kina sjálv tók sær av slíkum byggitilfari fyri ein munandi bíligari kostnað enn nakað føroyskt virki hevur møguleikar at bjóða heldur hann.
? Hóast hetta, so hevur Vaktar- og Bjargingartænastan sjálv roknað upp í projektið byggitilfar úr Føroyum til Kina og sostatt sjálv dýrkað munandi um kostnaðin.
Álvur Mortensen heldur tí, at Vaktar- og Bjargingartænastan als ikki hevur sett seg nóg væl inn í viðurskiftini, tá teir kunnu finna upp á at koma við einum slíkum órímiligum og óneyðugum eykakostnaði
Sambært Álvi Mortensen hevur skipasmiðjan í Kina í tilboðnum bjóðað sær til at lata »Emir joy stick control system« til skipið. Hetta kostar kinverjunum umleið 100.000 US dollarar, sum svarar til 640.000 krónur.
Heldur tað vera
sera vánaligt
Vaktar- og Bjargingartænastan ynskir tó sjálv at lata somu útgerð, nevnd »Emir joy stick control system« frá sama frameliðara gjøgnum danskt/føroyskt umboð fyri tvífaldan kostnað, sum ljóðar upp á einar 200.000 US dollarar ? einar 1.280.000 krónur.
? Samlaði kostnaðurin at hava fyrstafloks skandinaviskt eftirlit í byggitíðini og at sigla skipið heim til Føroyar, er einar 3,5 ? 4 milliónur krónur.
? Vaktar- og Bjargingartænastan hevur tó í tilmælinum til landsstýrið boðað frá, at hetta kostar yvir 6 milliónur krónur, sigur Álvur Mortensen, sum heldur, at hetta sigur nógv um metingarevnini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, og leggur afturat, at nevnast kunnu enn fleiri dømi av sama slag.
Álvur Mortensen dylur ikki fyri, at hann er ikki sørt skakaður av framferðarháttinum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.
? Hetta er so vánaligt, sum tað í heilatikið kann vera. ? Maretec hevur ongantíð verið úti fyri líknandi óseriøsari framferð. Nú vóni eg bara, at nýggi landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen - og løgtingið sjálvt, duga at síggja, á hvussu lágum støði Vaktar- og Bjargingartænastan í veruleikanum arbeiðir.
Maretec kom
upp í leikin seinni
Skipasmiðjan í Kina, sum hevur boðið sær til at byggja vaktar- og bjargingarskipið eitur Huangpu og liggur í býnum við sama navni í Suðurkina.
Tað er kinesiski staturin, sum eigur allar skipasmiðjurnar í landinum, men kortini eru tað undirfeløg, sum reka skipasmiðjurnar.
Felagið, sum hevur gjørt tilboðið til Vaktar- og Bjargingartænastuna er CSTS, sum er felag, ið bara roknar út tilboð, sum onkur av skipasmiðjunum síðan tekur sær av.
Maretec hevur samstarv við skipasmiðjuna í Huangpu ? og er ikki komið upp í leikin, fyrr enn hendan skipasmiðjan fekk til uppgávu at byggja skipið - væl at merkja, um kinverjar fingu arbeiðið. Tískil hevur Maretec ikki verið við í samskiftinum millum Vaktar- og Bjargingartænastuna og CSTS.
Álvur Mortensen vísir enn einaferð á, at skipasmiðjan í Huangpu bjóðar sær til at byggja nýggja vaktarskipið sambært settu krøvunum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni fyri ein fastan og bindandi kostnað upp á 11,3 milliónir US dollarar.
? Við í hesum prísi er so at siga øll útgerðin skandinavisk, sigur Álvur Mortensen ? og tilboðið er galdandi til endan av februar.
Verður skipið bygt í Kina, kostar tað í mesta lagið 76,5 milliónur tá tað liggur flaggskrýtt á molanum í Havn á sumri komandi ár.
Eins stór skandala sum Nólsoyar Páll
Álvur Mortensen heldur, at orsøkin til at Vaktar- og bjargingartænastan hevur bílagt tilfarið úr Føroyum vera, at teir ikki kenna standardin umborð á einum kinesiskum nýbygningi
? Vit kunnu spyrja, hví teir ikki hava verið umborð á einum kinesiskum nýbygningi. Orsøkin er sera einføld. Teir fóru avstað til Kina uttan at hava planlagt ferðina nógv væl. Høvdu teir tað, so høvdu teir boðað okkum frá, men tað gjørdu teir ikki, hóast hetta var avtalað. Høvdu teir gjørt tað, so kundu teir komið umbroð á eitt liðugt smíðað skip - og soleiðis sjálvir kunna dømt um, um kinverjarnir vóru førir fyri at smíða skipið.
Álvur Mortensen sigur, at á ferðini í Kina sluppu umboðini fyri V & B ikki umborð á tvey krígsskip, sum vóru í gerð, men hetta heldur Álvur Mortensen ikki vera so løgið.
? Hatta er vanligur politikkur, at byggiharrin treytar sær, at eingin óviðkomandi sleppur umborð at hyggja. Soleiðis er tað eisini í Evropa. Eitt nú sleippur tú heldur ikki umborð á eitt supplyskip, sum er í gerð í Noreg uttan loyvi frá byggiharranum.
? Júst av hesi orsøk bjóðaði Maretec sær til at skipa fyri ferðini hjá V&B til Kina, men hetta var ignorerað og avvíst, hóast avtala varð gjørd.
? Tilmælið frá V&B um at byggja vktarskipið í Noreg fyri yvir 20 milliónir krónur í meirkostnaði má tí metast sum ein líka stór skandala sum Nólsoyar Páll, heldur Álvur Mortensen.