Hoyvíkingar sluppu ikki framat

Hondbóltur, menn: H71 fekk ongantíð fótin fyri seg í dystinum móti StÍF, sum tryggjaði sær pláss í steypafinaluni við eisini at vinna seinnu semifinaluna

H71-StÍF 30-34 (12-16)


Nú verður ikki tosað um annað enn hondbólt á vestara armi á Skálafjørðinum. Rættuligt lív er komið í gamla felagið uttast á arminum, og bæði 1. mans- og kvinnulið hava spælt seg í steypafinaluna, so tað er ikki so løgið, at tey hava fingið hondbólt á heilan.

Bæði liðini liggja eisini væl fyri í landskappingini og hava serstakliga góðan møguleika at enda millum tvey tey fremstu liðini ? um tey megnað at halda huginum har uppi, sum hann er í løtuni.

Og tað er nokk ikki at siga ov nógv, at strandingar við longsli bíða eftir einum sigri til mansliðið. Tað eru meiri enn fimti ár síðani teir vunnu landskappingina hjá monnum, og steypakappingina hava teir ongantíð vunnið. Nú er møguleikin til staðar, og tað er eingin loyna, at hann er so góður, sum ongantíð fyrr. Liðið er sera væl fyri á øllum plássum í álopinum og hevur eina verju, sum hongur ótrúliga væl saman, uttan at hon verður noydd til at taka til ógvusligheitir!


Hugurin eftir í Hoyvík

Fyrra semifinalan millum StÍF og H71 hevði tikið meginpartin av spenninginum úr dystinum mikukvøldið. Strandingar vóru sjey mál frammanfyri longu áðrenn dysturin byrjaði, og tað sá frá byrjan út til at verða trupult hjá hoyvíkingum at trúgva upp á, at teir kundu heinta henda mun aftur.

Tað er nokk einki yvir at dylja, at teir hava havt trupulleikar við strandingum í seinastuni. Teir hava í eitt stutt tíðarskeið spælt fýra innanhýsis dystir, og við sigrinum í gjárkvøldið hava strandingar vunnið teir tríggjar.

Hoyvíkingar góvu bóltin upp, men fingu ikki serliga gongd í. Teir komu ígjøgnum í álopinum, men har stóð Henning Jarnskor fyri teimum, og so fóru strandingar í álop. Hetta álop gav mál, og eftir hetta málið sóu hoyvíkingar bara í halaferðina á strandingum.

Hoyvíkingar sóu út til at missa hugin og strandingar fóru longri og longri frá. Og tað var eisini trupult hjá H71 at fóta sær. Verjan hjá strandingum stóð manniliga og var ótrúliga væl skipa. Teir bardust sum úlvar á skóg, og tað gjørdi sítt til, at hoyvíkingar ikki komu til fatið, so at siga.

Men H71 fekk tó nokk so fitt burturúr álopunum kortini. Teir fingu ikki færri enn átta brotskøst og tey setti Hans øll í netið. Kortini fullu bert fáar útvísingar til hvørt liðið, og tað sigur so mikið sum, at spælið var ikki so ógvusligt hóast alt.


Góð verja og effektivt álop

Sum sagt, so var tað sera trupult hjá H71 at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá strandingum. Miðverjan stóð sera væl og gjørdi tað meiri enn trupult hjá hoyvíkingum at spæla inn á strikuna. Tí royndu teir við langskotum og tað gekk betur. Hans Gudmundsson smekkaði til nakrar ferðir og tað gretti ikki, so lá bólturin í kassanum.

Tað var líka mikið um hann skeyt ovarlaga ella niðarlaga, vinstru- ella høgrumegin, bólturin fór inn næstan hvørja ferð. Hans var tó rættuliga einsamallur um at hótta strandingar, og tí var tað rímuliga lætt hjá teimum at byrgja upp fyri hesum.

Tað er tó synd at siga, at málverjin hjá strandingum hevði ein serliga hepnan dag, tí hann tók bert hendinga skot, sum var sent móti málinum.


Sera góð breidd

Munurin á liðunum mikukvøldið, og tað, sum til endans kann fara at tryggja StÍF ein endaligan steypasigur var, at strandingar hava ein sera breiðan hóp. Byrjunaruppstillingin hevði við sær, at stórskjúttin John Petersen byrjaði á beinkinum, men tað gjørdi einki sum helst.

Artur fekk eina góða byrjan og tað fekk bróður hansara Alexandur eisini. Hann er sera vandamikil á veinginum og ringur at halda hjá verjuni.

Á strikuni stóð Bent Djurhuus, og hann gjørdi eisini sítt til, at saknurin í Sveinbirni ikki sást aftur í spælinum.


Vónirnar sløktar

Tá liðini fóru til hálvleiks, vóru strandingar á odda við fýra málum. Hetta merkti at H71 skuldi vinna seinna hálvleik við 11 málum og tað vóru milt sagt ring útlit fyri tí. Hóast tað, so kundi ein rokna við, at teir fóru at berjast meira fyri sigrinum tá teir fóru undir seinna hálvleik.

So var ikki. Strandingar vóru tendraðir og løgdu seg enn longur fram um og einu løtuna sá út til at hoyvíkingar skuldu fáa ein ordans umgang.

So kom stígur í hjá StÍF. Álopsspælið steðgaði upp, ella gjørdist snøgt sagt ov sjuskut. Avleveringar fóru beina leið út av vøllinum og tað gav H71 vónina aftur. Eftir at hava verið aftanfyri við seks, minkaðu teir smátt um smátt um munin, til tað bert vóru tvey á muni. Ráðaloysi var um at koma á strandingar, tá Artur brádliga var óheppin í einum álopi og fekk ein snudd í beinið.

Hann fór út um at sita, Elias kom inn á høgra bakk og John fór á plássið hjá Arturi. Hetta var júst tað, sum skuldi til hjá strandingum. Hoyvíkingar mistu aftur stevið í verjuni og kláraðu teir ikki longur at halda strandingum frá málinum.

Hetta sløkti seinastu vónir hoyvíkinga og nú var bara eftir at gita um hvussu stórur sigurin til StÍF skuldi verða. Tað skal tó leggjast afturat, at snuddurin hjá Artur var ikki so ógvusligur kortini, hann kom skjótt aftur á vøllin.


Breiddin

tryggjaði sigurin

Sum nevnt frammanfyri, so var tað tann góða breiddin á liðnum hjá strandingum, sum tryggjaði teimum sigurin á H71 mikukvøldið. Allir menninir kunnu skjóta mál og gera tað eisini. Menninir eru skjótir og umstillingin frá verju til álop gongur ótrúliga skjótt fyri seg. Alexandur Johansen, Pauli Hansen og John Petersen eru sum fok avstað og tað er lagamanni at spæla teimum »rennibóltar«.

Teir hava eisini fleiri menn, sum duga at skjóta úti frá, eitt nú fingu bæði Artur, Jónleif, John og Elias góð mál uppá langskot.

Toppskjútti hjá strandingum mikukvøldið gjørdist Artur Johansen við átta málum. Honum á baki komu John Petersen og Pauli Hansen við seks málum hvør.

Hjá hoyvíkingum var tað, sum nevnt, enn einaferð Hans Gudmundsson, sum gjørdist toppskjútti við 15 málum, har av átta av teimum vóru brotskøst. Honum á baki kom sonurin Finnur Hansson við fýra og Halgir Dal Olesen við trimum.

Samanumtikið kann sigast, at sigurin til strandingar var fult uppiborin og at tað ongantíð var ivi um hvønn veg hann fór. Teir høvdu snøgt sagt tað betra liðið og høvdu eisini nógv tað besta spælið.