Grøn vika á Hotel Føroyum

Seinastu 10 árini hevur verið skipað fyri grønum vikum. Tóharda Bláhamar fær fleiri áheitanir um vikuna um at skipa fyri hesum aftur og í februar verður aftur grøn vika, hesaferð á Hotel Føroyum

Frá 7. til 13. februar verður skipað fyri grønari viku á Hotel Føroyum. Tað er hotellið og Tórharda Bláhamar, ið skipa fyri og í hesum sambandi varð skipað fyri tíðindafundi í gjár, har fjølmiðlafólk sluppu at royna grønu rættirnar.

Og tað skal verða sagt beinanveg, at bæði tygara útsendi og myndamaðurin gjørdust mettir, tí væl smakkaði.

Kokkurin á Hotel Føroyum, Gundur Nielsen, og Tórharda Bláhamar høvdu ymiskt at bjóða, ið smakkaði frálíkt. Nógv grønmeti, men eisini fiskarættir og kalkun.



Grøn vika

Tey seinastu 10 árini hevur verið skipað fyri grønum vikum. Tær hava verið ymsastaðni, men nú verður hon so á Hotel Føroyum.

Sunnudagin 7. februar klokkan 13.00 kunnu gestirnir skriva seg inn á kamar. Klokkan 18:00 verður vikan sett og fyrsta máltíðin er á skránni.

Hvønn morgun verða gestirnir vigaðir.

Grøna vikan verður eftir uppskriftini hjá Tórhardu. Sjálv tapti hon seg 40 kilo fyri eini 4 - 5 árum síðani. Fleiri minnast óivað myndirnar, ið vóru at síggja í bløðunum tá. Debtur verður lagdur á soltnan kost og gestirnir sleppa at røra seg, tí skipað verður fyri túrum. Tí er best at hava góð klæði og gangiskógvar við.

Um kvøldarnar sleppa gestirnir at hugna sær. Tó verður ikki sungið úr Grønu sangbók, men heitt verður á gestirnar um at hava Føroya Fólks sangbók við. Á Hotel Føroyum er stórskíggi, so har verður eisini okkurt at síggja.

Kosnaður fyri hvønn alla vikuna við kosti og uppihaldi er dupult kamari er 3.485 krónur. Eyka fyri einkult kamar er 1200 krónur.

Tað ber til at melda seg á Hotel Føroyum, tlf. 31 75 00, hjá Toru Tourist Traffic, tlf. 31 55 05, HM Ferðir Runavík, tlf. 44 94 94 og hjá Tórhardu á 31 43 53 millum klokkan 17 og 21.

Dagsætlanin fyri vikuna sær soleiðis út.

Kl. 07:00Gongutúrur

Kl. 08:30Morgunmatur

Kl. 10:00 Drekkamunnur

Kl. 12:00 Døgurði

Kl. 13:30Gongutúrur

Kl. 15:00The og frukt

Kl. 18:00Nátturði

Kl. 20:00 Gongutúrur

Lk. 21:00 The