? Tað er ikki rætt at taka ræðið frá teimum smáu kommununum at ráða yvir sínum egnu viðurskiftum. ? Tí er tað heldur ikki rætt at leggja allar Føroyar saman í nakrar fáa, sterkar kommunur.
Hetta segði Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins á fundinum, sum Suðuroyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið í Suðuroynni skipaðu fyri leygardagin um framtíðar kommunubygnaðin í Føroyum.
Hann segði, at javnaðarflokkurin hevði viðgjørt málið innanfloks og var komin til ta niðurstøðu, at tað var skeivt at leggja kommunurnar saman.
Loysa ein trupulleika, men skapa ein annan
Jóannes Eidesgaard helt, at talan er um eitt sera trupult mál at loysa, tí meningarnar eru so ymiskar.
Mesta ósemjan kring landið er um, hvussu nógvar kommunur skulu verða í Føroyum framyvir.
?Men, hvat er trupulleikin hjá kommununum, spurdi Jóannes Eidesgaard.
Hann segði, at tað sum er ført fram at vera høvuðstrupulleikin, er, at útjaðarin minkar og er í ferð við at doyggja út. Av tí sama minkar fólkatalið, tí onki fólk flytir til. Ein orsøk til støðuna er, at útjaðarin er so fíggjarliga veikur afturímóti miðstaðarøkinum at hann maktar onki.
Jóannes Eidesgaard var samdur í, at hetta var høvuðstrupulleikin.
? Alt hetta orðaskiftið um kommunubygnaðin í framtíðini er sprottið burturúr trupulleikanum við kommunuskuldini.
? Men trupulleikin við kommunuskuldini er ikki loystur, uttan mun til, hvat hendir við kommunubygnaðinum og, hvussu nógvar kommunur verða lagdar saman. Tí tað er ein heilt annar trupulleiki.
Formaðurin í javnaðarflokkinum helt, at uppgávubýtið ímillum landið og kommunurnar var ein sera týdningarmikil partur av viðgerðini av framtíðar kommunubygnaðinum.
? Til tað sigur kommunuálitið, at vit skulu hava nakrar fáar sterkar eindir, sum verða førar fyri at átaka sær eina størri umsiting.
? Sjálvandi er tað rætt í sær sjálvum. Men tá ið tú skipar tað sterku eindina, sum kann átaka sær ávísar uppgávur, so skerst ikki burtur, at nakað verður tikið frá teimum veiku.
Hann tók Gjáar Kommunu fram sum dømi, ið helst er ríkasta kommuna í landinum.
? Hon brúkar allar sínar pengar at keypa lánsbrøv fyri, umframt at hon hevur hægsta barnafrádrátt í landinum.
? Verður Eysturoyggin ein kommuna við einum høvuðssæti á Runavíkarleiðini, sleppa gjáarfólk ikki longur at gera av, nær Gjáartún skal asfalterast og skúlin málast. Tað er at taka nakað frá gjáarfólki og tað fer at skapa ónøgd.
Ov tíðliga enn
Jóannes Eidesgaard segði, at sostatt fer kommunusamanlegging at loysa ein trupulleika, men tað fer at skapa ein nýggjan. Tað er hetta sum ger málið so trupult.
Hann helt tí, at tað var neyðugt, at tað orðaskifti, sum nú er, sleppur at halda fram eina góða tíð afturat, áðrenn málið verður lagt fyri tingið.
Jóannes Eidesgaard helt nevniliga, at enn var málið alt ov óbúgvið at verða lagt fyri tingð til tingmenn at ?kríggjast víðari um?, sum ahnn tók til.
Hann segði, at sjálvur helt hann tað verða mest umráðandi, at tær tænastur, sum tað almenna veitur borgarunum, eru eins um alt landið.
? Tað skal verða somu tilboð til alt landsins fólk. ? Tað kann ikki verða rætt at summar tænastur eru betri einastaðni í landinum enn tær eru aðrastaðni t.d. skúlaverkið, tilboð til eldri, barnaansing o.sfr.
Men hann helt, at kommunuálitið var í stríð við hesa meginreglu.
Skipa landið í økisráð
Hann reisti tí spurningin, um tað er nakar møguleiki at finna ein kommunubygnað, sum gongur ynskjunum hjá teimum smáu kommununum á møti, samstundis sum tað ber til at leggja fleiri málsøki út til kommunurnar at umsita.
Hann segði, at hansara uppskot var, at í fyrsta umfari verður kommunubygnaðurin sum hann er.
? Men vit eiga venda spurninginum við og spyrja: ? Hvørjar uppgávur kunnu hesar kommunurnar átaka sær at umsita. Vit skulu seta út í kortið heilt greitt, hvørjar teirra kommunalu uppgávur skulu vera.
? Tí eg haldi ikki, at nakar annar, uttan bygdarfólkið sjálvt, skal gera av, hvussu
ymisk lokalmál skulu loysast.
? Men skal tað tað annars verða hugsingur um, at leggja fleiri málsøki út um landið at umsita, er tað neyðugt at hava ein ella annan stovn, sum er førur fyri at átaka sær nakrar uppgávur frá umsitingini í høvuðsstaðnum.
? Javnaðarflokkurin hevur viðgjørt málið og er samdur um at mæla til, at vit varðveita tær kommunur sum eru.
? Men í hvørjum øki. t.d. í Suðuroynni skulu vit so skipa eitt økisráð.
? Økisráðið skal verða eitt ráð av suðuroyingum. ? Tað kann antin verða valt beinleiðis, ella tað kann verða útnevnt av bý- og bygdaráðunum.
? Hetta økirráðið skal so átaka sær allar høvuðsuppgávur fyri Suðuryonna.
? Økisráðið skal eisini átaka sær tær uppgávur, sum miðumsitingin leggur út til økið at umsita.
Jóannes Eidesgaard nevndi t.d. uppgávur innan skúlaverkið, heilsuverkið innan eldraøkið og innan almannaøkið.
? Hetta økisráðið skal hava eina umsiting og sostatt er eisini ynski um meiri umsiting úti um landið gingið á møti við hesum uppskotinum.
? Hetta økisráðið kann so gera av, um hvar henda umsiting skal vera, um hon verður í Vági, á Tvøroyri, ella í Sumba.
Jóannes Eidesgaard helt, at fyri suðroyingar hevði tað minni týdning, hvar umsitingin verður.
? Bara hon kemur til oynna.
Tó helt hann ikki, at tað eru allar uppgávur, sum egna seg at leggja út í økini at umsita. T.d. helt hann, at undirvísingin í fólkaskúlanum má vera eins um alt landið, so at landið ikki verður býtt sundur í fyrsta floks og annan floks kommunur.