NSÍ fekk nógv burturúr teimum trimum dystunum móti B68 í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Teir vunnu á heimavølli við Løkin ein 11-0 risasigur, og so vunnu teir tveir 3-1 sigrar á Svangaskarði. Sostatt fekk NSÍ fullan pott móti B68.
Málmunurin í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist so trivaligur sum 17-2 til NSÍ.
Klæmint A. Olsen skoraði í øllum trimum dystunum, og samanlagt fýra mál móti B68.
B68-NSÍ 1-3 (1-2) - 19. september
0-1: Jasper Van Der Heyden 10.
0-2: Fabian Østigård Ness 22.
1-2: Djóni Samuelsen 43.
1-3: Klæmint A. Olsen 88.
B68-NSÍ 1-3 (0-3) - 3. august
0-1: Michal Przybylski 10.
0-2: Brandur H. Olsen 20.
0-3: Klæmint A. Olsen 37.
1-3: Karstin Clementsen 67.
NSÍ-B68 11-0 (4-0) - 30. mars
1-0: Petur Knudsen 13.
2-0: Petur Knudsen 31.
3-0: Brandur Hendrikson Olsen 38.
4-0: Aron Knudsen 42.
5-0: Emil Weihe Joensen 52.
6-0: Beinir Nolsøe 63.
7-0: Brandur Hendrikson Olsen 65.
8-0: Klæmint A. Olsen 70.
9-0: Petur Knudsen 82.
10-0: Klæmint A. Olsen 89.
11-0: sjálvmál 90.
Kelda: FaroeSoccer