Oddagrein: Greiður meiriluti vil hava broyting

Vit hava í eina tíð vitað, at breið und­ir­tøka er í Løgtinginum fyri leistinum hjá lands­stýr­inum, tá tað snýr seg um rík­is­r­ætt­ar­ligu støðuna.

 

Tað var fyrrverandi sambands­løg­mað­ur­, Kaj Leo Holm Johannesen, sum á fyrsti sinni bar upp á mál at skipa rík­is­fel­ags­skap­in øðrvísi – við trimum sjálvstøðugum ríkj­um, sum samstarvaðu. Hetta segði hann í ó­lav­søkurøðu løgmans í 2012.

 

Tað varð gjøldur gjørdur burtur úr Kaj Leo, tá hann segði bar hetta fram. Sam­bands­fólk vóru í øðini, tingmanning tók frástøðu, og formenn í feløgum vístu sína ó­nøgd – allir uttan tann í Norðoya Sam­bands­felag.

 

Síðani gjørdi Mette Frederiksen, for­sæt­is­ráð­frú Danmarkar, orðini til síni í set­an­ar­røð­uni í Fólk­a­ting­i­num í 2023 – og nú eru somu sjón­ar­mið rík­is­r­ætt­ar­ligi pol­it­ikk­urin hjá Javn­að­ar­flokk­i­num, Tjóð­veldi, Fram­sókn Fólka­flokki­num og Miðflokkinum.

 

Allir flokkar á tingi taka undir við hes­um mát­a­num at skipa ríkisrættarligu við­ur­skift­ini – uttan ein. Bara Sam­bands­flokk­ur­in situr uttanfyri.

 

Hetta er ikki annað enn praktiskur pol­i­tikk­ur. Sum Kaj Leo Holm Johannesen sig­ur aðr­a­staðni í blaðnum, at vit koma ikki víð­ari, um vit ikki sleppa at virka á altjóða pall­i­num. Hetta er allir flokkar samdir um, utt­an Sam­bands­flokkurin, sum heldur fast við gamla rík­is­fel­ags­skapin.

 

Sambært kanningini hjá spyr.fo, sum vit kunn­gera á síðu 3, so er meirilutin rættiliga greið­ur. 59 prosent siga ja, meðan bara 23 pro­sent siga nei, og 18 pro­sent siga seg ikki vita. Tøl­ini í kann­ing­ini vísa eisini, at meiri­lut­in er rættiliga breiður og rættiliga kjøl­fest­ur. Tí tað er meiriluti í øllum økjum í land­i­num, í øllum aldursbólkum, og í øllum flokk­um uttan Sambandsflokkinum, har tó 40 prosent taka undir við hesi loysnini.

 

Tað er sjálsamt at síggja føroyskar flokk­ar standa so væl saman um eitt mál. Ynsk­i­ligt var, at allir flokk­ar vóru samdir – men tað kann kanska broyt­ast. Sambandsflokkurin gong­ur í tveimum, har ein sera kon­serv­a­tiv­ur vong­ur held­ur fast við tað gamla, meðan onn­ur vilja broyt­ing­ar. Og tá politikkur er at vilja broyt­ing­ar, so kann tað sjálvandi eisini henda, at for­mað­ur floksins kemur upp á 'ljós­ari' tankar.

 

Gott hevði verið við eini tjóðarsemju um hetta mál, so vit kundu umboðað okkum sjálvi  í altjóða bæði við handli, við ítrótti og øðr­um al­tjóða við­ur­skift­um. Tað er ein for­treyt fyri at liviligt skal verða í Føroyum.