Myndlistin nógv ment seinastu 10 árini

- Tað hava serliga verið menninir, ið hava gjørt vart við seg, men nú er gongdin við at venda og kvinnurnar eru vorðnar meiri sjónligar, sigur Astri Luihn, forkvinna í Føroysk Myndlistafólk, ið í hesum døgum fyrireikar tíggjundu Várframsýningina.

Hálvan næsta mánað er freistin úti hjá fólki at senda listaverk inn til Várframsýningina, sum verður í Listaskálanum frá 6. mars. Hetta er tíggjunda Várframsýningin á rað og tí ætlar felagið Føroysk Myndlistafólk, sum stílar fyri framsýningini, at gera nakað serligt burturúr.

- Vit hava fingið stuðul til at geva eitt katalog út í sambandi við framsýningina, og tað er fyrstu ferð vit royna tað. Í kataloginum vísa vit á, hvat er hent seinastu tíggju árini viðvíkjandi føroyskari myndlist. Malan Marnersdóttir, sum hevur ummælt flestu framsýningarnar, fer at skriva um tey farnu tíggju árini, sigur Astri Luihn, forkvinna í Føroysk Myndlistafólk.

Várframsýningin er ein sensurerað framsýning. Ein nevnd við trimum fólk velur út millum innsendu verkini. Í ár verða tað Zacharias Heinesen, Guðrið Poulsen og Tita Winther, sum fáa ta uppgávuna. Sensurnevndin verður vald fyri trý ár, ein limur fer út um árið og ein kemur til. Í ár er Marius Poulsen farin úr og Tita Winther komin í.

Listafólkini skulu senda í minsta lagi fimm og í mesta lagi tíggju verk inn. Tekstillist og skulpturur eru undantikið, har kunnu listafólkini senda eitt verk inn.

- Verri enn so øll verða vald, men so kunnu fólk søkja um aftur. Tað er meiningin, tá ið framsýningin er sensurerað, so vita fólk eisini, hvar tey flóta. Á hvørjum ári sýna eini 2-3 nýggj fólk fram fyri fyrstu ferð, sigur Astri Luihn.


Tungt at arbeiða við list

Felagið Føroysk Myndlistafólk varð stovnað í 1990, beint áðrenn kreppan av álvara rakti samfelagið alt.

- Tað hevur verið sera tungt at arbeiða við list og at fáa fólk at keypa list. Fyrr keyptu peningastovnar og privat fólk nógv listaverk, men í dag verður lítið keypt. Vit vóna, at várframsýningin verður væl vitjað. Hon er einasta inntøkukeldan hjá felagnum, sigur Astri Luihn.

Í nevndini fyri Føroysk Myndlistafólk sita Astri Luihn, forkvinna, Torbjørn Olsen, skrivari og Olivur við Neyst, kassameistari.

Forkvinnan í Føroysk Myndlistafólk heldur, at nógv er hent innan føroyska myndlist farnu tíggju árini.

- Tað hava serliga verið menninir, ið hava gjørt vart við seg, men nú er gongdin við at venda og kvinnurnar eru vorðnar meiri sjónligar. Á stóru framsýningini hjá føroyingum í Íslandi herfyri vóru tað serliga kvinnurnar, sum vórðu róstar og fingu góð ummæli. Og tað er stuttligt. Myndlistin hevur flutt seg eitt sindur, onnur tøkni verður brúkt og kvinnurnar tora betur, sigur Astri Luihn.

Í august verða Føroyar fyri fyrstu ferð vertsland í Nordisk Kunstforbund og Tróndur Patursson, listamaður, verður formaður.

- Sum vertsland fara vit at gera stórar norðurlendskar framsýningar og skipa fyri fundum fyri myndlistafólkum, sigur Astri Luihn, sum sjálv hevur framsýning í Norðurlandahúsinum frá 26. februar.