H71-Neistin 24-20 (14-12)
H71 hevur brúkt tríggjar málverjar í hesum kappingarárinum. Jens Skipagøta stóð tað mesta av tíðini í byrjanini av kappingarárinum, og haraftrat var hann tá liðformaður á liðnum. Hann stóð sera væl fyrstu dystirnar, men tá ið tað so fór at ganga niður av bakka hjá honum, tók John Heri Dam yvir. John Heri hevur so staðið rímuliga fast í nógvar dystir inntil fyri stuttum, tá ið Ragnar Mouritsen tók yvir í dystinum móti StÍF undanfarna vikuskifti.
Sunnudagin hevði venjarin hjá hoyvíkingum, Hans Guðmundsson, valt at geva Jens møguleikan aftur, og tað vísti seg at verða ein gløgg avgerð, tí tað var Jens, sum vann dystin fyri hoyvíkingar.
Neistaliðið óskipað
Tað tóktist at ørkymla álopsspælið hjá H71 nakað, at verjan hjá Neistanum frá fyrsta bríksli vardi rættuliga frammarlaga á vøllinum. Serliga fóru teir langt út at verja fyri stóra skjúttanum hjá hoyvíkingum Hans Guðmundssyni.
At so Bogi Henriksen í Neistamálinum byrjaði við eini dupultbjarging gjørdi ikki støðuna betur hjá hoyvíkingum, men tað hjálpti tó nakað, at Jens Skipagøta byrjaði eins væl í hinum endanum.
Neistin byrjaði best, og teir vóru eisini á odda 2-0, tá ið tríggir minuttir vóru leiktir. Síðani komu hoyvíkingar við í dystin, og teir komu upp á javnleik løtu seinni, og síðani fóru teir frammum og løgdu seg á odda 7-4, áðrenn Neistin fekk svarað eitt sindur aftur.
Tað, sum ein serliga legði til merkis hesa løtuna, var, hvussu ótrúliga gott pláss Olaf Vestergaard á strikuni hjá H71 fekk. Um Olaf hevði verið eins stinnur í álopsspælinum, sum hann er í verjuni, so hevði hann óivað verið toppskjútti hjá hoyvíkingum henda dagin. Ferð eftir ferð gloymdu neistamenninir at ansa eftir honum, so fekk Olaf fríspælingar, og hann skeyt eisini trý mál fyrstu 20 minuttirnar av dystinum.
Haraftrat gjørdi Neistin alt ov nógvar persónligar villur í álopinum, har teir púra óneyðugt góvu H71 bóltin. Fleiri ferðir vórðu teir dømdir fyri álopsfeil, og eisini vóru nakrar óneyvar avleveringar, sum hoyvíkingar fingu fatur á.
Tá ið so Neistin hevði mist bóltin í álopinum, og H71 fór í snarálop, tók tað alt ov langa tíð hjá teimum bláu at skipa verjuna aftur, millum annað tí fleiri av leikarunum vóru alt ov seinir aftur.
Móti endanum av fyrra hálvleiki kom Neistin tó fyri seg, og fingu seinastu tveir minuttirnar minkað um munin frá 14-10 til 14-12, tá ið farið var til hálvleiks.
Bíðaðu eftir dómarunum
Tað gingu nakrir minuttir frá tí, at liðini bæði komu á vøllin til seinna hálvleik, til dysturin var bríkslaður í gongd aftur. Orsøkin var tann, at ikki fyrr enn liðini høvdu bíðað í einar fýra til fimm minuttir komu dómararnir út á vøllin.
Jákup Sverri Kass var stutt fyri steðgin komin inn á høgra vong hjá Neistanum, og teirri uppgávuni kom hann stak væl frá, hóast hann fekk nakrar óhepnar dómaraavgerðir ímóti sær seinasta korterið av dystinum.
Neistin fór nú undir at mansverja Hans Guðmundsson, men sum vit hava sæð tað so oftani áður í hesum kappingarárinum, tá ið Hans verður mansvardur, so tekur sonurin Finnur tá yvir sum tann stóri avsluttarin í álopinum hjá H71. Finnur gjørdist næstbesti málskjútti hjá hoyvíkingum, eitt mál eftir pápa sín, og tað er ein frægd at síggja, hvussu hann sveimar yvir verjuni hjá mótstøðuliðunum, áðrenn hann langar bóltin í meskarnar.
Um miðjan seinna hálvleik kom verulig gongd á hjá Neistanum, og teir komu frá 19-16 upp á javnleik 19-19. Høvdu teir so dugað at útnytta sínar møguleikar eins væl gjøgnum allan dystin, sum teir gjørdu tað løtuna, so er lítið at ivast í, at teir høvdu vunnið dystin. Ferð eftir ferð gjørdust menn leysir í verjuni hjá H71, men so stóð Jens Skipagøta í málinum har sum ein livandi múrur. Serliga væl royndist hann mótvegis skotum av vonginum, har Neistin tykist at hava stórar trupulleikar við at skora. Somuleiðis tók Jens ikki færri enn trý brotskøst, og serliga var tað seinasta av hesum ógvuliga týðandi. H71 hevði tá júst lagt seg á odda 20-19, og ístaðin fyri at Tróndur B. Hansen fekk javnað fyri Neistan, so bjargaði Jens, og H71 kundi fara í álop og næstu løtuna økja um leiðsluna til 23-19.
Liðini fingu síðani hvør sítt mál aftrat, so at endaliga støðan gjørdist 24-20 til H71, sum avgjørt ikki leikti sum eitt oddalið í hesum dystinum, og sum noyðist at taka sær annað skinn um bak, skulu teir gera sær nakrar vónir um at vinna FM-heitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Jens í serflokki
Tað kundi eins væl verið Neistin, sum sunnudagin fór av vøllinum í høllini á Hálsi sum sigursharrar, tá ið teir høvdu dystast ímóti hoyvíkingum. Hvørki av liðunum var omaná leikliga, og tey flestu av málunum komu eftir meiri ella minni einmansavrik. Skipað álopsspæl var lítið og einki at siga til, og høvdu neistamenn dugað betur at útnytta sínar mongu opnu møguleikar, so hevði úrslitið uttan iva verið eitt heilt annað.
Eingin ivi var um, at tað Jens Skipagøta, sum var klárt besti leikarin á vøllinum. Hann vann snøgt sagt dystin fyri H71, og tað var stuttligt at síggja, at hann nú er komin fyri seg aftur eftir eina tíð, har hann fyri tað mesta hevur sitið á beinkinum.
Hjá Neistanum royndist leikandi venjarin Andreas F. Hansen væl, men eisini Bogi Henriksen kom heilt væl frá dystinum, serliga í seinna hálvleiki.
Dómararnir í dystinum komu rímuliga væl frá uppgávuni, hóast teir høvdu nakrar eitt sindur óhepnar avgerðir í seinna hálvleiki, sum fullu út til fyrimuns fyri hoyvíkingar.