hevur verið ein týðandi liður í menningini av felagnum. Í november 1996 varð landingarhúsið tikið í nýtslu, har Beta hevur sítt virksemi. Síðan tá hevur nógv virksemi verið í húsinum og við bryggjukantin [...] um at lata tvey nýggj skip byggja í Spaniu. Vit fegnast eisini um, at maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, hevur verið við til at útvega ð verksmiðjuna, at Radiobúðin í Saltangará hevur latið tey nautisku [...] yrking upp, sum Edmund í Garði, sáli, skrivaði í 1957. Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt. Hoyr, Harri, eg rópi til tín! Tá bárurnar bróta, og náttin er svørt, O, lít tú í náði til mín! Eg veit væl
ferð tær flestu kommunurnar í Suðuroy hava tekniskar trupulleikar av týdningi, noyðast tær norður um fjørð fyri at fáa teir loystar. Vágs Kommuna er nevniliga einasta kommuna í oynni, sum hevur verkfrøðing [...] alskyns uppgávur, men tað er ein tvørleiki, at ongin er í oynni. Borgarstjórarnir í oynni hittast av og á at tosa leyst og fast um ymisk viðurskifti í oynni. Og á einum av hesum fundum varð trupulleikin, [...] eru tí samdar um at søkja eftir verkfrøðingi í felag. Hetta verður ein verkfrøðingur, sum allar kommunurnar skulu brúka, tó at Vágur ikki verður so nógv uppi í av tí at hon hevur sín egna verkfrøðing. B
kommununi, umframt tey Inni á Fjørð í Kollafirði, ið higartil ikki hava havt møguleika at síggja Rás Tórshavn. Men higartil røkkir sendinetið hjá Televarpinum ikki til norðastu bygdina í Tósrhavnar Kommunu, og [...] borgarstjóri í Havn. Rás Tórshavn hevur kostað Tórshavnar Kommunu umleið eina millión um árið, og hóast kommunan nú sparir hesar pengarnar, verður neyvan talan um at lata hesa upphædd útaftur í stuðli, so [...] afturat í Kollafirði Tá Tórshavnar Kommuna gjørdi avtalu við Televarpið um at »yvirtaka« Rás Tórshavn, tryggjaði kommunan sær, at rásirnar hjá Televarpinum skuldu røkka út til allar borgarar í kommununi
húsast vit í gamla skúlanum umframt tveimumn húsum, vit hava leigað afturat. Tríggjar flokkar í hvør sínari stóvu, sum eru í hvør sínum húsií Vestmanna, er tað, Fiskivinnuskúlin hevur at bjóða í dag. Á f [...] Útbúgvingin er øðrvísi enn aðrar undirvísingar í landinum, og tað dregur helst eitt sindur, heldur hann. At Fiskivinnuskúlin ikki slapp at keypa høllina Inni á Fjørð í Vestmanna, sum talan hevur verið um, hjálpir [...] g At hava tríggjar skúlaflokkar í trimum ymiskum húsum er ikki annað enn ein lappaloysn, sum ger tilveruna á skúlanum ótrygga, sigur skúlatjórin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Hesar eru treytirnar,
Vit ferðaðust víða í landi okkara, umstøðurnar vóru ikki tær, sum vit hava í dag. Tann størsta hendingin var skótalegan vesturi í Vágum í 1945, tað var eitt minni fyri lívið. Sum sagt vit ferðaðust um [...] har hevur tú virkað og víst í verki við áræði og við viljanum sterki kann føra ein á ovastu rók tú hevur víst tað, tú tøkini tók í 25 ár skipari á brúnni við ábyrgd tá tú stóð í stóru vandastund tú álit títt [...] fór fram tá skip títt var í vanda, og tú lítillátin segði soleiðis: »Tað var ein hægri makt sum helt um stýrisvøl og bjargaði okkum«. Hetta sigur okkum at barnalæran var styrkin í vandastund. Góði vinur,
sluppirnar fyltu nærum hvønn fjørð í Føroyum. Tær áttu lívið í føroyinginum í eini hundrað ár. Men ótakk er verðsins løn, verður tikið til, og í dag eru sluppirnar ikki nógvar eftir í Føroyum. Og ivasamt tykist [...] liggja í hundraðmillióna flokkinum, hava trokað alt hetta gamla og fátæksliga burtur í gloymskuna. Men til ber at blaða í gloymskunnar bók. Lugar í kjallaranum Í Vági er eitt lugar. Og hóast hetta í veruleikanum [...] av sjólívinum, men hetta varð tó av ongum. Men í dag stendur eitt rættuligt lugar í kjallaranum. Sjálvsagt er mong góð løtan at minnast aftur á í lugarinum í kjallaranum. Har hevur mangur maður sitið væl
leygardag fyri seinastu ferð í Føroyum við rutuflogfarinum úr Keypmannahavn. Hann fer nú frá við eftirløn. Dan Johnson greiðir frá, at hann fleyg fyrstu ferð til Føroya sum stýrimaður í 1970. Síðan fleyg hann [...] flogvøllurin í Vágum er ótryggari enn aðrir flogvallir. ?Um so var, varð hann ikki góðkendur til ferðafólkafluting, vísir hann á. ?Tað er greit, at tá flúgvast skal inn gjøgnum ein fjørð, sum gjørt verður [...] flyta vøllin úr Vágum og leggja hann aðrastaðni í Føroyum sær hann ikki sum nakra góða loysn. Bæði tí at veðurlíkindini eru ikki so øgiliga ólík á ymsum støðum í Føroyum, og tí at tað er sera dýrt at gera ein
Viðareiði og vera til arbeiðis í keypsskálanum í New York, og tað er eins lætt at fáa fatur á einum fólki í Tokyo sum í Hattarvík. Hugtakið fjarstøða er um at broyta skap, og í hesum høpi fær upprunin eina [...] Vit eru innast inni børn av hesum stað. Bygdin livir innan í okkum, hon dukar í okkara æðrum. Mong okkara eiga tað í felag, at vit eru uppvaksin í hesi bygd, sum hetta vikuskiftið heldur stevnu. Og so er [...] men livir í okkum. Heðin Brú sigur í Fedranna talu m.a."gev hesum lítla lummin, teir fornu slitu", og víðari sigur hann: "grein honum lívið, tí lítla - hitt djúpa í fjøllunum fjalda, tað, sum í hjørtunum
fleiri næmingar til nýggja útbúgving í heyst skulu troðkast inn í yvirfyltar skúlastovur. Hendan avgerðin hjá Mentamálastýrinum at kolldøma byggiætlanina inni á Fjørð, kann fáa lagnutungar avleiðingar fyri [...] fyri Fiskivinnuskúlan. Varð byggiætlanin inni sett í verk, hevði skúlin havt nøkur nýggj hølir at tikið í nýtslu longu eftir fáum mánaðum, og longu eftir einum ári kundi skúlin staðið liðugur - samstundis [...] heilt fram til næsta val, tá egnast skal av nýggjum. At enda havi eg eina viðmerking til grein í Dimmu í gjár hjá Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum um Fiskivinnuskúlan og Tjóðveldisflokkin. Har gevur hann
høllin inni á Fjørð í Vestmanna ikki verður keypt til endamálið, sum annars varð ætlað. ? Ætlanin um at keypa høllina inni á Fjørð í Vestmanna gjørdist tíverri av ongum, orsakað av, at niðurstøðan í eini tekniskari [...] Landsstýriskvinnan í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, er fullgreið um, at hølisumstøðurnar hjá Fiskivinnuskúlanum ikki eru nøktandi. Hon sigur, at Mentamálastýrið í eina tíð hevur arbeitt við at loysa hendan [...] tá ið hugsað verður um, at stýrið hevur nýtt serliga sakkunnleikan í málsviðgerðini og annars tryggjað sær, at øll viðurskifti eru í lagi, áðrenn keypið verður framt.