Minnini liva eftir hjá teimum, ið hava mist
Tað kom ikki so óvart á, nú lívstráður tín slitnaði.
Vit undraðust mangan , at tú hóraði undan, tí heilsuveikur vart tú frá ungum av, hevði ring lungu og mátti liva tað mesta av tíni tíð við heilivági.
Hóast hetta, gavst tú ikki á hondum, tú vart lívsglaður og takksamur fyri lívið, vart gávuríkur og royndi at hanga í, líka til ellisár.
Tær dámdi væl at smíða, fríðka uttan um húsini, at fáast við plantur og hevði stóran áhuga fyri tí, sum var rundan um teg - fylgdi sera gjølla við í tí, sum fór fram í samfelagi okkara og hevði eina greiða støðu, bæði á tí politiska og átrúnaðarliga økinum. Áhugin fyri sangi var sera stórur, og rødd tín smæddist ikki burtur. Eisini fekst tú við at skriva andaligar sangir.
Tú dugdi væl at siga frá, og abbabørnini, sum tú vart so góður við, munnu hava havt manga góða løtuna, tá ið abbi segði teimum søgur.
Deknatænastuna í Funnings kirkju røkti tú í 40 ár - tá vóru eyguni farin at bila, so tað bar ikki so væl til longur.
At koma til Guðs orð lá ógvuliga frammarlaga hjá tær, og á møtum hevði tú altíð ein góðan vitnisburð at leggja fram, onkuntíð ein sang, sum tú sjálvur hevði yrkt.
Hesin síðsti sangurin, ið tú skrivaði, ber boð um lívstímaglasið, ið brátt er runnið niður.
Sólsetur
Lag: So skal tað nú álvara vera.
Her lívið nú ber móti enda,
og kreftirnar fjara so smátt,
í bøn eg vil til tín mær venda
lat skilnaðin ei vera brátt.
Gev stundir og tíð til at takka,
fyri alt sum eg herniðri fekk
eg síggi, at sólin fer lækka,
tað gongur ei nú, sum tað gekk.
Tú førdi meg trygt gjøgnum lívið
og skaða ei ilt kundi meg,
hjá tær eg nú alla tíð blívi
væl vardur á sannleikans veg.
Ja, tíðin er brátt niður runnin,
eg hetta nú viðkennast vil,
av Jesusi eri eg vunnin,
hans lív og hans deyð kravdi til.
Ei, gull ella silvur meg loysti,
men hansara dýrbara blóð
við hesum eg tykkum nú troysti,
kom gangið í hansara slóð.
Ja, Jesus er vinurin besti,
ein fylgjast kann við her á jørð,
tí havi eg vón og gott treysti,
tá flytast skal yvir um fjørð.
Hóast heilsuveikur so stóran part av lívinum, náddi tú ein høgan aldur, og tað, sum helt tær uppi, var tín grundfasta trúgv, og bønirnar til tann almáttuga Guð.
Av lyndi vart tú lítillátin og tókst einki sum eina sjálvfylgju, men legði alt í Guðs hond, eisini nú, tá ið sjúkan av álvara, og so nívandi gjørdi um seg.
Í sanginum sigur tú:"Eg síggi , at sólin fer lækka, tað gongur ei nú, sum tað gekk." Nú gekk tað ikki meir.
Teir síðstu dagarnir av lívi tínum vóru veðurgóðir við nógvari sól, og tú, sum altíð var so glaður, tá sólin, við sínum lívgevandi strálum, sá inn gjøgnum vindeygað, vildi hava gardinurnar fyri, tí nú orkaði tú hana ikki meir, men ynskti og bað bert um at sleppa Heim.
19. august, í fagrasta sólskini, sovnaði tú stillisliga og varð fluttur yvir um fjørð til ta ævigu sólina, sum bíðar okkum øllum.
Friður hvíli yvir minni tínum
??????????????????????
Konan og børnini