Vestmanna ? hvat nú!!!

Vestmenningar hava nú í nakrar dagar følt tómrúmið eftir, at rutan um Vestmannasund er niðurløgd, tí undirsjóvartunnilin er tikin í nýtslu.

Rutan um Vestmannasund hevur nú í fleiri mansaldrar verið ein bygdarmynd, ið hevur sermerkt Vestmanna, rutan hevur verið við til at skapt lív í á fjørðinum, og um man saknaði eitt sindur av lívi, so var bara at hyggja á ferjuleguna, tí har var altíð eitt ella annað virksemi. Rutan hevur verið við til, at sett Vestmanna á føroyakortið og gjørt, at hvørt mansbarn kennir eitt sindur til Vestmanna, tí tey onkuntíð eru farin av landinum við flogfari ella hava verið í Vestmanna eftir onkrum kenningum.
Vit koma at merkja hetta uppá ymsar mátar, eittnú verður bussambandið ikki eins gott og áður, vinnulívið fær ikki eins góðar flutningsmøguleikar, við tað at Farmaleiðir og tær privatu flutningsfyritøkurnar koma ikki eins ofta sum áður til bygdina, og ein partur av handilslívinum í bygdini fer at merkja eina niðurgongd í søluni, serliga Shellstøðin og Rutucaféin.
Nú henda rutan ikki er meira, eru vit noydd til at gera vart við okkum uppá aðrar mátar, tí tað er ikki vist, at komandi ættarlið fara at koma til Vestmannar, tí nú eru vit ein endastøð, og um vit ikki hava okkurt serligt at vísa á, kann ikki roknast við, at tað koma serliga nógv avbygdafólk til Vestmanna, men vónandi verður ítrótturin eisini í framtíðini við í fremstu røð, og soleiðis við til at gera vart við, at vit framvegis eru ein livandi bygd.
Tað er ongantíð meir neyðugt enn júst nú, at vit vestmenningur bróta upp um armar og royna at skapa meir virksemi í bygdini. Vit hava gjøgnum tíðina víst, at vit klára at tillaga okkum nýggjar tíðir, og hóast seigligir av lyndi, ofta eru við til at bróta upp úr nýggjum og verða við í fremstu røð innan vinnuna.
Tann eftir hondini nógv umtalaði fiskivinnudepilin er kærkomin, og vil hann heilt vist verða við til at seta lív í bygdina og fylla aftur tað tómrúmið, ið vil verða eftir at farleiðin vestur á flogvøllin ikki longur gongur gjøgnum Vestmanna. Nú rutan er niðurløgd, verður eitt stórt øki Inni á Fjørð tøkt, so møguleikarnir har eru nógvir, og vónandi fer vinnulívið at gera sær dælt av hesum innan alt ov lang tíð er fráliðin.