Kommunalt Samstarv
Hvørja ferð tær flestu kommunurnar í Suðuroy hava tekniskar trupulleikar av týdningi, noyðast tær norður um fjørð fyri at fáa teir loystar.
Vágs Kommuna er nevniliga einasta kommuna í oynni, sum hevur verkfrøðing. Men tað er mangan brúk fyri verkfrøðingi til alskyns uppgávur, men tað er ein tvørleiki, at ongin er í oynni.
Borgarstjórarnir í oynni hittast av og á at tosa leyst og fast um ymisk viðurskifti í oynni. Og á einum av hesum fundum varð trupulleikin, at oyggin er so illa stødd við verkfrøðingum, umrøddur.
Men tað vísir seg heldur ikki at vera lætt at fáa verkfrøðing í oynna.
Eitt nú hevur Tvøroyrar Kommuna søkt eftir býarverkfrøðingi, men ongin søkti.
Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunurnar eru tí samdar um at søkja eftir verkfrøðingi í felag.
Hetta verður ein verkfrøðingur, sum allar kommunurnar skulu brúka, tó at Vágur ikki verður so nógv uppi í av tí at hon hevur sín egna verkfrøðing.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at ætlanin er at søkja eftir einum verkfrøðingi, sum skal arbeiða sjálvstøðugt.
Hinvegin skulu kommunurnar í oynni binda seg til at brúka hann eitt ávíst tímatal so at honum altíð er tryggjað nóg mikið av arbeiði.










