Rás Tórshavn er endaliga farið í søguna, og alternativið, hevur tú ikki hug at fáa tær eina parabol, er Televarpið. Men meðan Rás Tórshavn higartil hevur verið ein at kalla ókeypis tænasta hjá havnaborgarum, ið tó hava goldið eina millión um árið umvegis skattarokningina fyri rásirnar, verður rokningin frá Televarpinum fyrsta árið 4500 krónur fyri minsta pakkan, tí serligur móttakari eisini skal keypast.
- Tað er greitt, at borgararnir missa eitt gott tilboð. Rás Tórshavn hevur sent í umleið 20 ár, og eg haldi, at fólk hava verið glað fyri tilboðið. Men vit mugu ásanna, at tíðin er farin frá Rás Tórshavn. Teknikkurin er gamal, og harumframt gjørdust rásirnar, ið vit higartil hava fingið bíliga, nú sera dýrar fyri kommununa at keypa, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Rás Tórshavn hevur kostað Tórshavnar Kommunu umleið eina millión um árið, og hóast kommunan nú sparir hesar pengarnar, verður neyvan talan um at lata hesa upphædd útaftur í stuðli, so fólk kunnu fáa tilboðið frá Televarpinum bíligari. Møguleikin hevur als ikki verið uppá tal, sigur Jan Christiansen.
- Eg meti hatta at vera ein sera prinsipiellan spurning. So skjótt vit gera av at lata stuðul renna vit okkum í eina breiða viftu av fólki og feløgum, ið kundu hugsað sær stuðulin. Eisini kunnu vit spyrja, hvør so skuldi fingið henda stuðul. Skuldi tað verið pensjónistar, ella barnafamiljur, ella kanska bara feløg, spyr Jan Christiansen, og vísir á, at tað er rættuliga ymiskt, hvussu fólk eru fyri fíggjarliga.
Ein mánað afturat í Kollafirði
Tá Tórshavnar Kommuna gjørdi avtalu við Televarpið um at »yvirtaka« Rás Tórshavn, tryggjaði kommunan sær, at rásirnar hjá Televarpinum skuldu røkka út til allar borgarar í kommununi, umframt tey Inni á Fjørð í Kollafirði, ið higartil ikki hava havt møguleika at síggja Rás Tórshavn.
Men higartil røkkir sendinetið hjá Televarpinum ikki til norðastu bygdina í Tósrhavnar Kommunu, og tí er Rás Tórshavn enn at síggja í Kollafirði. Jan Christiansen sigur seg hava skilt, at tað fer at taka Televarpinum umleið ein mánað, áðrenn rásirnar hjá felagnum røkka norður á Kollafjørð, eisini til teirra, ið búgva Inni á Fjørð.










