Nýggjur fiskivinnuskúli í 2005

Ein arbeiðsbólkur handaði í vikuni landsstýrismanninum í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, álit, har mælt verður til at fara undir at byggja nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna. Skúlin skal standa liðugur í 2005.
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur havt vánaligar hølisumstøður, síðan skúlin byrjaði í 1989, men nú ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum at gera nakað við umstøðurnar hjá skúlanum.
Síðsta summar setti landsstýrismaðurin ein arbeiðsbólk at arbeiða við hølisspurninginum, og í dag lat bólkurin landsstýrismanninum sítt tilmæli.
Vestmanna Kommuna vísti síðsta summar Mentamálaráðnum á trý grundøki í bygdini til bygging av einum nýggjum Fiskivinnuskúla. Bólkurin mælir til, at ein nýggjur skúli verður bygdur á økinum við ferjuleguna Inni á fjørð í Vestmanna. Skúlin skal kunna hýsa umleið 100 næmingum og skal harafturat hýsa einum øktum skeiðsvirksemi í mun til í dag. Talan er um ein bygning, sum er 1200 fermetrar til víddar. Kostnaðurin verður fyribils mettur til 22 milj. kr.
Men byggingin av einum nýggjum Fiskivinnuskúla er bara 1. byggistig í eini størri ætlan. Byggingin verður skipað soleiðis, at tað skal bera til at byggja ein Sjódepil afturat skúlanum. Á sumri í 2001 lat ein nevnd, har vinnan saman við øðrum avvarðandi pørtum var breitt umboðað, landsstýrismanninum tilmæli, har mælt varð til at víðka um virksemið hjá Fiskivinnuskúlanum við einum Sjódepli. Depilin skal í framtíðini veita tænastur til føroyska fiskaídnaðin og til alivinnuna, og skal m.a. hýsa eini menningar- og kunningareind.
Hans Andreas Dam Joensen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, Ole Jensen, landsarkitektur, og Jákup Andreasen, skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum, hava mannað nevndina, sum hevur latið landsstýrismanninum tilmæli um, hvussu farast skal fram í samband við bygging av einum nýggjum Fiskivinnuskúla í Vestmanna stendur í tíðindaskrivi frá Mentamálastýrinum.